Um arbeiðið í Senegal
Jose og Marli við børnum sínum, Jemima, Zucki og Jonatas
Hjúnini Marli og Jose hava arbeitt í Senegal í 20 ár, so tey hava drúgvar royndir har. Tað eru tey, sum taka sær av arbeiðinum hjá ABC barnahjálp í høvuðsstaðnum Dakar, sum byrjaði í 2008.
Continue Reading | Comments Off on Um arbeiðið í Senegal
Ein tími um árið
Fríggjadagin 10. juni var Rúna Sivertsen og skrivaði undir avtalu við “Ein tími um árið” um stuðul. Tað var av allarbesta summarveðri henda dagin, so avtalan varð undirskrivað uttandura.
Continue Reading | Comments Off on Ein tími um árið
Børn, sum vilja hjálpa
Hesi røsku børnini, sum ganga í 4. og 5. flokki í Hvalvíkar skúla,savnaðu fyrr í ár 2357 krónur inn til tiltakið Ein Tími um Árið. Pengarnir fingu seks børn hjá ABC barnahjálp í Liberia.
Continue Reading | Comments Off on Børn, sum vilja hjálpa
Hvussu tú kanst hjálpa børnum í neyð
Føroysk stuðulsforeldur stuðla gjøgnum ABC barnahjálp 40 børnum og skúlaungfólki í Liberia.
Continue Reading | Comments Off on Hvussu tú kanst hjálpa børnum í neyð
Samrøða í Góðan morgun Føroyar
Hósdagin 14. apríl gjørdi Góðan morgun Føroyar samrøðu við Rúnu Sivertsen og Hildu Viderø.
Samrøðan kann hoyrast á hesari slóðini:
Continue Reading | Comments Off on Samrøða í Góðan morgun Føroyar
Skúlin fer ongan veg
Peningurin, sum landsstýrið hevur latið til skúlabygging í Liberiaer nýttur at byggja skúla við. Tískil er eingin peningur farin fyri skeyti, sum tíðindasendingin í Degi & Viku í gjárkvøldið fekk tað til
Continue Reading | Comments Off on Skúlin fer ongan veg
Hilda aftur til Monrovia
Continue Reading | Comments Off on Hilda aftur til Monrovia
Framtíðin hjá børnunum er trygg
Tað er eingin ivi um framtíðina hjá børnunum í Liberia, sum føroyingar longu í rúma tíð hava stuðlað gjøgnum ABC barnahjálp. Børnini ganga í skúla í Monrovia. Tey eru trygg og hava tað gott
Tíðindaskriv
Hóast ABC barnahjálp hevur rent seg í trupulleikar í sambandi við bygging av skúlanum uttan fyri Monrovia, er eingin ivi um framtíðina hjá liberisku børnunum, sum verða stuðlað av føroyskum stuðulsforeldrum.
Dimmalætting skrivaði leygardagin, at framtíðin hjá børnunum er óviss. Men tað er ikki rætt. Børnini fara framhaldandi at fáa stuðul frá ABC barnahjálp.
ABC barnahjálp hevur rent seg í trupulleikar í sambandi við byggingina av skúlanum, og hesar royna vit nú at loysa. Men líka mikið hvat endin verður av tí ósemjuni, so fer fer ABC barnahjálp framhaldandi at taka sær av børnunum og tryggja teimum góð lívskor, skúlagongd og útbúgving. Børnnini búgva í góðum leigaðum hølum og ganga í skúla í býnum. Seks vaksin fólk eru um tey og taka sær av teimum og ABC barnahjálp hevur samband við tey dagliga. Hilda Viderø er settur leiðari fyri verkætlanini í Liberia. Hon vitjar javnan í Monrovia fyri at tryggja, at børnini hava tað gott og at peningurin verður brúktur til tað, sum hann er ætlaður til.
Endamálið hjá ABC barnahjálp er fyrst og fremst at útvega fátækum børnum í menningarlondum varandi hjálp við skúla, útbúgving og læknahjálp. Og hóast vit hava rent okkum ímóti, so sleppa vit ikki endanum av tí orsøk. Í løtuni stuðla føroysk stuðulsforeldur 34 børnum og ungum í Monrovia í Liberia og umleið 80 børnunum í Dakar í Senegal.
Continue Reading | Comments Off on Framtíðin hjá børnunum er trygg
Ein tími um árið stuðlar ABC barnahjálp
Aftur í ár fær ABC barnahjálp stuðul frá átakinum, Ein tími um árið. Tað verða seks børn í Liberia, sum fáa stuðulin. Ì fjør fekk ABC barnahjálp útvið 65.000 við hesum einastandandi tiltaki
Tíðindaskriv
Átakið Ein tími um árið hevur nú gjørt av, hvørjar verkætlanir tey ynskja at stuðla í ár.
Tær fyrstu 30.000 krónurnar í tímalønum fara til Rumenia verkætlanina hjá Tekniska Skúla við Bjarna Prior. Næstu tímalønirnar fara til “okkara” børn í Liberia, sum ABC barnahjálp, sum tekur sær.
Av ávísum ørsøkum eru fimm av teimum seks børnunum, sum ABC barnahjálp í fjør valdi út at fáa stuðulin frá Ein tími um árið, ikki longur undir veingjabreiði ABC barnahjálpar. Bara 13 ára gamli Wilfred er eftir. Tí hevur verið neyðugt at velja fimm onnur børn og ung út, sum nú njóta gott at stuðlinum, sum kom inn í fjør frá Ein tími um árið. Stuðulin í fjør var yvir 64.000 krónur. Hesin stuðul kom sera væl við hjá ABC barnahjálp.
ABC barnahjálp harmast um børnini, sum vit ikki longur náa, men vit gleðast um tey, sum vit hava møguleika at hjálpa. Børnini og tey ungu undir veingjabreiði ABC barnahjálpar hava tað gott og trívast væl. Tey eru ógvuliga glað og takksom um hjálpina, tey fáa úr Føroyum.
Stuðulin, sum kom inn frá Ein tími um árið í fjør røkkur til seks børn í umleið 2½ ár.
Børnini búgva í góðum íbúðum í Monrovia, sum ABC barnahjálp leigar. Tey hava tað gott og trívast væl.
Tey smærru børnini rokna við verða hjá ABC minst 10 ár. Tey størru fara helst at klára seg sjálvi nakað fyrr, men vit vænta at tey verða longur enn 2½ ár. 20 ára gamla gentan skal hava eina útbúgving, men enn gongur hon í skúla.
ABC barnahjálp ansar væl eftir, at allur stuðul verður nýttur til rætta endamálið. Hilda Viderø vitjar javnan í Liberia. Í fjør var hon tvær ferðir og vitjaði børnini og aftur í januar í ár var hon í Liberia í eina lítla viku. Ætlanin er at vitja aftur í Liberia einaferð í summar.
ABC barnahjálp takkar hjartaliga fyri stuðulin og ynskir Ein tíma um árið góða eydnu við tiltakinum.
Les meira um átakið Ein tími um árið á www.eintimi.com
Myndatekstur:
Tey seks børnini og ungu, sum Ein tími um árið stuðlar.
Frá vinstru:
Blessing Andrew, fyllir 11 ár 1. mai.
Marthalyn Juasemia, 20 ára gomul.
Wilfred Johnson, fyllir 14 ár 15. juli
Rachael Clarke, fyllir 11 ár 27. februar
Eddie Blayee, fyllir 5 ár 26. apríl
Jacob Blayee, fyllir 5 ár 26. apríl
Continue Reading | Comments Off on Ein tími um árið stuðlar ABC barnahjálp
Stuðla barni í neyð – ger mun í dag
Fyri minni enn 7 krónur kanst tú geva einum barni eina framtíð.
Sum stuðulsforeldur ert tú við til at hjálpa einum barni, sum annars ongan møguleika hevur at fáa skúlagongd.
Tú kanst geva einum barni tað, sum øll børn hava brúk fyri, umsorgan, kærleika og eina framtíð.
DRÁLA ikki, men ring til okkara í dag á telefon 222585 ella 282585.
Continue Reading | Comments Off on Stuðla barni í neyð – ger mun í dag