Hjartans takk fyri stuðulin

Written by runa on 01/09/2013. Posted in Uncategorized

Við hvørt mánaðarskifti er tað okkum ein gleði at síggja, hvussu trúliga einstaklingar og fyritøkur stuðla ABC barnahjálp.

Hvønn einasta mánaða senda stuðulsforeldur pening til síni stuðulsbørn í Liberia og Senegal. Umframt stuðla fyritøkur rakstrinum av ABC barnahjálp í Føroyum. Eisini koma óvæntaðar gávur, sum vit eru so ómetaliga takksom fyri.

ABC barnahjálp umleið kr. 30.000 til Liberia og Senegal um mánaðin. Uttan stuðul frá einstaklingum og fyritøkum bar hetta arbeiðið ikki til.

Hjartans takk fyri stuðulin.

Les meira um stuðul undir Stuðla.

Mynd: Bárður Lydersen, Acre of Hope

Nú er lætt at stuðla

Ring 90 56 05 og
tú hevur latið kr. 100
til Føroysku barnahjálpina

Tú kanst eisini stuðla við at nýta PayPal knøttin í bjálkanum omanfyri

Konta í Norðoya Sparikassa
9865-103.480.9