Bússur
Í handlum kring landið standa bússur hjá ABC barnahjálp, nú Føroysku barnahjálpini. Peningurin, sum kemur inn við bússunum ger hvønn mánað stóran mun í hjálpararbeiðinum.
Enn hava bússurnar navn og logo hjá ABC barnahjálp, men hetta verður broytt, so hvørt bússurnar verða skiftar út.
Føroyska barnahjálpin sendir hvønn mánað umleið 32000 krónur til Liberia og Senegal. Stuðulin til hini londini er ikki so stóru enn. Størsti parturin er stuðul frá stuðulsforeldrum, men uttan bússurnar høvdu vit ikki havt nóg mikið hvønn mánað.
Roksnskapirnir eru almennir og liggja á heimasíðuni undir “Roknskapir”.
Hjartans takk fyri stuðulin.