Heimasíðan hjá Føroysku barnhjálpini

Barnahjálpin 15 ár

April 16th, 2022 Posted in Tíðindi

Hin 25. novembur í 2006, boðaði íslendska Guðrún Margrét Pálsdóttir, leiðari og stovnari av ABC barnahjálp í Íslandi, til fundar í Miðlhúsinum í Havn. Endamálið við fundinum var at stovna ABC barnahjálp í Føroyum. Sama dag varð ein nevnd sett at taka sær av arbeiðinum.

F.v.: Guðrún Margrét Pálsdóttir, leiðari fyri ABC barnahjálp
í Íslandi, Karsten Hansen, Rúna Sivertsen og Hjørdis Petersen

Fimtan fólk møttu á fundinum, flestu teirra úr Klaksvík. Ætlanin var at finna umboð til nevnd fyri ABC Føroyar á kunnandi fundinum. Men av tí at ikki nóg breið uppmøting var til fundin, varð gjørt av at bíða. Fyribils varð sett ein trímannanevnd, sum fekk til uppgávu at finna nevndarlimir ymsastaðni úr landinum.

Í trímannanevndina vórðu vald Rúna Sivertsen, forkvinna og stovnari, Karsten Hansen og Hjørdis Háberg Petersen.

Tað stóð ikki á at manna nevndina, sum hevði sín fyrsta fund tann 11. desembur 2006, og skipaði hon seg soleiðis: Rúna Sivertsen, forkvinna, Rúni Hentze, næstformaður, Karsten Hansen, peningarøkil, Margreth Olsen, skrivari,  Beinta Háberg Jacobsen, Maibritt Fredriksberg og Hilda Viderø.

Fyrsta nevndin: Fv. Karsten Hansen, peningarøkil, Hilda Viderø, Margret Olsen, skrivari, Rúna Sivertsen, forkvinna, Beinta Háberg Jacobsen og Rúni Hentze, næstformaður.
Í februar í 2008 varð Andrea Niclasen vald í nevndina fyri Karsten Hansen, sum fór úr nevndini, tá hann varð settur í starv sum landsstýrismaður. Í apríl sama ár, varð Oluf Færø valdur í nevndina fyri Margreth Olsen.
Í nevndini í dag eru: Óavur Asafsson Olsen, Andrea Niclasen, næstforkvinna og skrivari, Rúna Sivertsen, forkvinna, Charlotta á Váli Olsen, peningarøkil, og Ijeoma Akpu. Síðani í 2008 hevur Andrea tikið sær av allari skráseting av børnum, umframt øllum samskiftinum í sambandi við skráseting og kunning til stuðulsforeldrini.

Onnur, ið hava sitið í nevndini eru: Ejler Eysturtún, Tóra Øre Hansen, Sirikit Jacobsen og Bárður Lydersen.

Broytingar í 2015

Orsakað av broytingum í íslendska felagsskapinum, gjørdi føroyska nevndin av at broyta viðtøkur og navn og gerast sjálvstøðugur føroyksur felagsskapur.

Í juni 2015 vórðu viðtøkurnar broyttar, og felagsskapurin fór nú at virka undir hjánavninum Føroyska barnahjálpin og er nú sjálvstøðugur føroyskur hjálparfelagsskapur. Hjálparbeiðið er óbroytt og heldur fram á sama hátt, sum frammanundan

Barnahjálpin, sum felagsskapurin oftast verður kallaður, stuðlar umleið 480 einstøkum børnum í ávíkavist Liberia, Senegal, Pakistan, Nigeria og á Filipsoyggjunum. Nakað av fíggjarligum stuðli verður eisini sendur til India.

Sorry, comments for this entry are closed at this time.