Vit eru vónin

Written by runa on 17/08/2013. Posted in Uncategorized

– Fyri mong børn er lívið merkt av órættvísi, tí lívsins treytir eru, at tey fáa lív uttan sjálvi at hava møguleikan at velja hvar, ella saman við hvørjum, tey skulu liva, sigur Tóra við Keldu í ummæli sínum av einari heilt einastandandi myndaframsýning, sum læt upp í býráðshøllini í Klaksvík hósdagin 16. august.

Framsýningin verður opin í umleið tríggjar vikur.

Framsýningin er tann fyrsta av sínum slagi í Føroyum. Uppsetingin er heilt unik og flytir teg beint í fátækradømið í Liberia. Myndirnar, sum eru tiknar í høvuðstaðnum, Monrovia, 10 ár eftir at 14 ára langa borgarkríggið har endaði, eru sterkar og kenslubornar.

Framsýningin, sum ber heitið “Acre of Hope” vísir ein veruleika hjá børnum og ungum, sum onga vón hava um eina bjarta framtíð.

Tóra við Keldu var ein av gestunum, tá framsýning læt upp hósdagin og hugleiðir soleiðis:

“Á veg norð í býráðshøllina í dag koyrdi eg yngru gentuna oman í svimjihøllina. Hon var spent, tí í dag skuldi hon svimja saman við mammubeiggja sínum. Skjótt gekk at lata seg úr, og rein um kroppin fór hon rennandi undan brúsuni og út í heita svimjihylin. Løtu seinni var mammubeiggin har, eg veittraði og segði, at eg kom aftur um ein tíma.

Síðani fór eldra gentan og eg við ferð til framsýningina “Acre of Hope”, sum læt upp kl. 19. Úr frísku summarluftini traðkaðu vit inn í eina aðra verð. Fyrst var púra friðarligt inni, og eyguni sóu myndir av smábørnum og størri børnum, har nøkur hugdu beitt upp á meg. Eg gekk longur inn, har jarnplátur vóru settar upp sum veggir. Innan fyri veggin var eitt rúm við dunkum, einum grønum stóli, trummum og plattum, har ein soviposi lá. Ja, hetta var líknandi eini ráari smáttu. Júst komin inn í hetta serstaka rúmið, komu stillir tónar, sum Hans Michael við flyglið spældi, og fyltu rúmið.

Hjartanemandi myndirnar, saman við stilla tónleikinum, spældu við kenslurnar og góvu hópin av spurningum lív. Og at enda kom spurningurin: Er nøkur vón fyri hesum børnum?

Svarið fann eg í blaðnum, sum eg fekk á veg inn, har Bárður Lydersen, myndamaðurin sjálvur, sigur: “Vit menniskju í vesturheiminum, vit sum hava alt, vit eru “vónin og akurin” hjá hesum børnum, sum ikki hava reint vatn, og sum oftast fara svong til songar.”

Víðari sigur hann, at “endamálið við framsýningini er at varpa ljós á ein veruleika hjá teimum milliónatals børnum, sum liva í fátækradømi. Ein veruleika, sum vit í vesturheiminum hava ilt við at seta okkum inn í ella ikki orka at hugsa um og kennast við.” Og børnini á myndunum hyggja at mær, sum eri teirra – kanska einasta – vón.

Eftir eina løtu fóru vit avstað. Komin út aftur í frísku luftina hugsaði eg um orðini hjá Rúnu um drepandi hitan í Monrovia, har børnini ongar hentleikar hava, og har lukturin ikki er til at halda út. Eg takkaði, við blandaðum kenslum, fyri okkara umstøður og møguleikar.

Vit báðar fóru beint eftir yngru gentuni, sum, tá ið eg kom inn í svimjihøllini, kom við fullari ferð oman skreiðibreytina. Eftir eina góða løtu í svimjihøllini, var hon nú móð, og saman fóru báðar genturnar til ommu sína at fáa sær ein bita. Eftir sat eg í bilinum við køldu staðfestingini av, at ójavnt er býtt. Fyri mong børn er lívið merkt av órættvísi, tí lívsins treytir eru, at tey fáa lív uttan sjálvi at hava møguleikan at velja hvar, ella saman við hvørjum, tey skulu liva.”

http://toravidkeldu.blogspot.com/

Nú er lætt at stuðla

Ring 90 56 05 og
tú hevur latið kr. 100
til Føroysku barnahjálpina

Tú kanst eisini stuðla við at nýta PayPal knøttin í bjálkanum omanfyri

Konta í Norðoya Sparikassa
9865-103.480.9