Heimasíðan hjá Føroysku barnhjálpini

Hjálp til Ukraine

May 14th, 2022 Posted in Tíðindi

Stuðulskonsertin í Løkshøll í apríl, gav 25.000 krónur til Ukraine. Av tí, at vit ikki hava sent pening til Ukraine áður, gjørdu vit av fyrst at senda 1000 USD, sum er góðar 6000 krónur.

Tilsamans 12 familjur hava fingið hjálp til mat, og tríggjar familjur fingu pening, so tey kundu keypa sjálvi. Miroslava, sum tekur sær av stuðlinum, hevur keypt mat í einari heilsølu, tí har fáa tey meira fyri pengarnar.

Hjálpin er farin til familjur, sum eru flýddar til vestara partin av Ukraine, har tað enn er friðarligt. Vónin, um at kunna flyta heimaftur minkar fyri hvønn dag, sum gongur.

Familjan á myndini omanfyri er úr býnum Lyman í Donetsk økinum. Har er nógv bumbing, serstakliga í seinastuni, og tey óttast, at heim teirra er oyðililagt. Tey hava tí gjørt av byrja at byggja eitt lív upp í Uzhhorod. Tey hava funnið eina íbúð at leiga og summir teirra hava longu fingið arbeiði. Tey eru sera takksom fyri stuðulin til mat, tí hóast tey hava fingið arbeiði, so hava tey ikki fingið sína fyrstu løn enn.

Miroslava og maður hennara Mykola búgva í Uzhhorod, sum liggur har vesturi í Ukraine. Tey eiga trý børn sjálvi og hava ættleitt sjey. Miroslava, maðurin og børnini hava arbeitt saman um at keypa matin og koyra hann út til familjurnar.

Tað er Angelina Johannesen í Klaksvík, sum er úr Kharkiv í Ukraine, sum er millumfólk millum Føroysku barnahjálpina og móttakarnar í Ukraine. Hon sigur, at Miroslava biður heilsa, at tey eru ógvuliga takksom fyri stuðulin. Allar familjurnar senda eisini heilsan og takka fyri hjálpina.

Nú eru 1000 USD aftrat á veg til Ukraine; og enn ber til at stuðla við at flyta pening á kontu í Norðoya Sparikassa konta 9865 – 3113951.

Hjartaliga takk fyri stuðulin.

Sorry, comments for this entry are closed at this time.