“Børn hjálpa børnum” í Klaksvík

Written by runa on 24/03/2014. Posted in Uncategorized

Leygardagin 29. mars mugu klaksvíkingar minnast til at hava pening tøkan, tí tá skipar ABC barnahjálp fyri hurð til hurð innsavning í Klaksvík. Tað vera børn saman við vaksnum, sum frá klokkan 13.00 fara at savna inn undir heitinum Børn hjálpa børnum

ABC barnahjálp heitir á foreldur í Klaksvík um at tekna seg at hjálpa til við innsavningini saman við børnum sínum. Innsavningin er eitt gott høvi hjá foreldrum at gera nakað øðrvísi og gott saman við børnunum.

Tey, sum ynskja at hjálpa til við innsavningini, kunnu ringja til ella skriva til ABC barnahjálp á telefon 222585 ella skriva til abc@abc.fo. Eisini ber til at tekna til gjøgnum Facebook.

Innsavnararnir skulu møta í hølunum hjá ABC barnahjálp, leygardagin 29. mars kl. 12.00, har tey fáa eina bússu og eina rutu at ganga eftir.

Innsavningin Børn hjálpa børnum, sum byrjar kl. 13.00, er til frama fyri børn á barnaheiminum hjá ABC barnahjálp í Monrovia í Liberia og børnunum í skúlanum í Dakar í Senegal.

Hetta er fyrstu ferð, at ABC barnahjálp skipar fyri hurð til hurð innsavning. Tiltakið er ein royndarverkætlan, sum er samskipað saman við Monicu í Holusteini. Monica er í starvsroynd hjá ABC barnahjálp í sambandi við útbúgving sína ”3K” á Diakonissestiftelsen á Frederiksberg. Ætlanin er so við og við at víðka innsavningina til at fevna um alt landið.

Høvuðsmynd: Monica við bússu, sum hon hevur gjørt úr einum mjólkapakka.

Á myndini undir tekstinum er Monica, t.h., saman við systrini Rebeccu.
Samband:
Monica í Holusteini
Tlf.: 594909
T-postur: monica_iholusteini@hotmail.com

ABC barnahjálp
Nólsoyar Pálsgøta 24
700 Klaksvík
T-postur: abc@abc.fo
www.abc.fo
Tlf.: 222585

Nú er lætt at stuðla

Ring 90 56 05 og
tú hevur latið kr. 100
til Føroysku barnahjálpina

Tú kanst eisini stuðla við at nýta PayPal knøttin í bjálkanum omanfyri

Konta í Norðoya Sparikassa
9865-103.480.9