Heimasíðan hjá Føroysku barnhjálpini

Barn í Liberia

Í løtuni stuðlar Føroyska barnahjálpin umleið 160 børnum og ungum í Liberia:

  • Kostnaðurin fyri at stuðla einum barni er kr. 250,00 um mánaðin.

Kostnaðurin fyri at uppihalda einum barni í Libera er 100 USD um mánaðin, so í krónum skiftir upphæddin alt eftir gjaldoyravirðinum.

Flestu børnini, sum  fyrr búðu á barnaheiminum, ið Føroyska barnahjálpin rak, eru foreldraleys ella búðu har, tí foreldrini ikki høvdu ráð at forsyrgja teimum. Tí hava vit gjørt av ikki at sleppa hesum ungu hóast fleiri teirra nú eru yvir 18 ár. Vit ynskja, at Barnahjálpin skal verða verandi teirra avvarðandi, tí tey hava ongan annan. Vit stuðla teimum tí víðari í lívinum og við útbúgving.

Skriva til andrea@barnahjalp.fo, um tú ynskir at stuðla barni í Liberia.