Tøkk úr Liberia

Written by runa on 16/01/2015. Posted in Tíðindi

ebola-hjalp Takkarbræv fyri tykkara hjálp!

Góðu sponsorar og leiðarar í ABC barnahjálp Føroyar.

Eg beri hesa heilsan vegna børnini og starvsfólkini í ABC Liberia. Vit eru Harranum ógvuliga takksom fyri, at vit eru á lívi í hesi ræðuligu ebolakreppu. Júst nú er framgongd, grundað á úrslitini hjá Ebola Taskforce. Deyðiligheitin er lækkandi, og færri sjúklingar eru á sjúkrahúsunum kring landið.
20. desember var stjórnarval, sum er ein ábending um, at støðan við ebola er batnandi.

 

Meðan landið er í sori, orsakað av ebolasóttini, eru okkara børn væl fyri, heilsuliga og førleikaliga, og tey klára seg væl í skúlanum. Tá stjórnin hevur stongt lærustovnarnar kring landið, hava børnini í ABC Liberia kortini fingið undirvísing í Heimaskúlanum, sum vit reka grundað á tykkara stuðul. Av tí at vit meta Heimaskúlan hava sera stóran týdning, fara børnini at flyta ein flokk upp, tí at lærarirnir undirvísa eftir tí leisti, sum landins Útbúgvingarráð hevur fyriskrivað.

Í dag er øll liberiska tjóðin rakt av, at ebolasóttin hevur herjað. Summi hava mist næstringar, summi hava mist alt húsarhaldið, summi hava mist alla familju sína og hava kanska ein ella tveir næstringar eftir. Børn hava mist bæði foreldrini og mong hava mist arbeiði.
Í hesum sambandi vilja vit veita eina tøkk, og vísa okkara virðismetan fyri tykkara hjálpararbeiði í Liberia, serliga mótvegis børnunum í ABC Liberia.

Tykkara hjálp hevur havt stóran týdning fyri okkum, serliga fyri tey, sum høvdu tørv á lívsneyðugari hjálp. Alt tað, sum tit hava sent ígjøgnum hetta tíðarskeiðið við ebolasóttini, hevur verið við til at bjarga lívinum á mongum børnum og familjulimum teirra, og hevur verið við til at geva einum bólki av børnum, sum eru rakt av ebola, jólagávur.

Harafturat hevur tykkara hjálp gjørt tað gjørligt hjá okkum, at seta nakrar ungar lærarar, sum annars ongan møguleika høvdu at vinna sær til lívsins uppihald, tá stjórnin stongdi skúlarnar. Tessvegna veitti ABC teimum arbeiðsmøguleika í heimaskúlanum, har hvør hevur móttikið minst 30.00 dollarar um mánaðan, saman við starvsfólkunum hjá ABC

Hvør signing tað er at hava tykkum, sum gera hetta fyri menniskju í neyð.
Jobsbók 29,12:tí at eg bjargaði arminganum, ið rópaði um hjálp, faðirloysinganum, ið ongan góðan hevði.”

Má Gud signa tykkum fyri tykkara framhaldandi hjálp til Liberia.

El-McIntosh Mator, Sr.

Týtt úr enskum: Jórun Pólsdóttir Danielsen.

 

Hevur tú hug til at hjálpa einum barni, so set teg í samaband við Hildu Viderø 222085, hilda@abc.fo ella andrea@barnahjalp.fo

Tú kanst eisini stuðla við at brúka PayPal knøttin í høgru síðu ella flyta pening á kontu í BankNordik: 6460-175.789.1

 

Skrivað hevur Hilda Viderø

(Trýst á myndina fyri at gera hana størri)

Nú er lætt at stuðla

Ring 90 56 05 og
tú hevur latið kr. 100
til Føroysku barnahjálpina

Tú kanst eisini stuðla við at nýta PayPal knøttin í bjálkanum omanfyri

Konta í Norðoya Sparikassa
9865-103.480.9