Heimasíðan hjá Føroysku barnhjálpini

Ferð til Liberia

November 22nd, 2008 Posted in Uncategorized

ABC barnahjálp og Uttanríkisráðið fara í januar á eftirlitsferð til Liberia. Við í ferðalagnum verða umboð fyri Kringvarp Føroya, sum gera ferðina í sambandi við evnissendingar, ið ætlanin er at senda komandi ár.

Ynskir tú at veita ABC barnahjálp fíggjarligan stuðul til ferðina, ber til at flyta pening á eina av kontunum nevndar undir rakstur. Merk flytingina “Ferð til Liberia”. 

 

Fyri seks krónur kanst tú geva barni vón

October 31st, 2008 Posted in Uncategorized

Tá vit síggja og lesa um alla neyðina úti í verðini, hava vit kanska ofta lyndi at missa mótið og hugsa, at okkara hjálp munar einki. Men so er ikki. Fyri bert 6 krónur um dagin kanst tú broyta verðina hjá einum barni.

Við at trýsta á lýsingina til høgru “Barn í Senegal” kemur tú inn á eina myndasíðu, har tú kanst velja tær eitt barn at stuðla.

Ynskir tú at hjálpa til

October 23rd, 2008 Posted in Tíðindi

Um tú ynskir at hjálpa til við arbeiðinum hjá ABC barnahjálp í Føroyum ella Liberia, ert tú vælkomin at seta teg í samband við ABC barnahjálp á telefon 222585.

ABC barnahjálp hevur skrivstovu í Havn og í Klaksvík.

Okkum tørva millum annað hjálp til ymiskt skrivligt arbeiði í sambandi við samskifti við Liberia og Senegal. Nógv av arbeiðinum kann gerast heima á egnari teldu, so hetta er ein góður møguleiki hjá fólki, sum hava tíð til avlops at rætta eina hjálpandi hond og gera eitt innihaldsríkt og virðismikið arbeiði.

Eisini er brúk fyri fólki, ið kunnu skipa fyri og finna uppá stuðulstiltøk.

Stuðul frá Uttanríkisráðnum

October 19th, 2008 Posted in Tíðindi

Uttanríkisráðið hevur latið ABC barnahjálp 240.000 krónur í menningarstuðli aftrat til fyrsta byggistig av skúlanum, sum ABC barnahjálp í Føroyum letur byggja nær høvuðsstaðnum Monrovia í Liberia. Skúlin verður bygdur í trimum byggistigum.

Landsstýrið læt í fjør 180.000 UDS, sum roknað varð við, at fyrsta byggistig fór at kosta. Peningurin varð játtaður í dollarum og varð goldin ABC barnahjálp í fýra gjøldum, so hvørt byggingin fór fram. Orsakað av fallinum í virðinum av dollaranum og hækkaðum byggikostnaði, restaði peningur í at gera skúlan lidnan.

Matthew Sakeuh, sum stendur fyri arbeiðinum hjá ABC barnahjálp í Liberia, sigur, at fyrsta byggistig verður klárt at taka í nýtslu í februar.

ABC barnahjálp takkar landsstýrinum hjartaliga fyri stuðulin.

Stuðulsforeldur til Senegal

October 18th, 2008 Posted in Tíðindi

ABC barnahjálp í Føroyum hevur avgjørt at fara undir at stuðla børnum í Senegal. Stuðulin fer til skúlagongd, læknahjálp og dagligar máltíðir.

[singlepic=60,320,240,,center][singlepic=95,320,240,,center]

Børnini eru knýtt at verkætlan í Dakar í Senegal, undir leiðslu av Jose og Marli da Silva. Hesi eri farin undir skipaða skúlagongd í leigaðum hølum fyri børnum, sum ongan møguleika hava fyri at sleppa í skúla. Í løtuni fevnir arbeiðið um:

  • umleið 50 børn í forskúla
  • meira enn 20 eldri børn, sum fáa goldið skúlagjald
  • meira enn 30 børn, sum koma til ítróttartiltøk

Øll børnini fáa morgunmat og eina høvuðsmáltíð um dagin.

Arbeiðið verður í dag lutvíst stuðlað av ABC barnahjálp í Íslandi. Men orsakað av fíggjarkreppuni í Íslandi er trupult hjá teimum at skaffa stuðulsforeldur til øll børnini. ABC Barnahjálp í Føroyum hevur tí sett sær fyri, í fyrstu syftu, at stuðla arbeiðinum í Senegal við at finna stuðulsforeldur til børnini, sum ganga í forskúla.

Frammanundan stuðla føroysk stuðulsforeldur 48 børnum í Liberia gjøgnum ABC barnahjálp í Føroyum.

Les um hvussu tú kanst stuðla undir “Stuðla barni í Senegal”.

Skúlin liðugur í februar

September 17th, 2008 Posted in Uncategorized

Á myndini sæst fyrsta byggistig av skúlanum, sum ABC barnahjálp letur byggja nær Monrovia, høvuðsstaðnum í Liberia. Millum skúlan og gentuhúsið er ein brúgv gjørd á 2. hædd. Brúgvin fer eisini at tæna gentunum sum regnskjól undir regntíðini.

Arbeiðið við at byggja skúlan hevur ligið stilt eina tíð, meðan bíðað hevur verið eftir pengum at gera hann lidnan. ABC barnahjálp væntar at fáa peningin til vega um mánaðarskiftið, septembur, oktobur. Gongur sum ætlað, verður skúlin liðugur í januar ella februar.

Skúlin er ætlaður foreldraleysum og gøtubørnum. Sambært metingum hjá UNICEF eru 250.000 foreldraleys børn í Liberia.

Colors of Love

August 8th, 2008 Posted in Tíðindi

Í samband við, at ABC Barnahjálp í Íslandi í ár hátíðarheldur, at felagsskapurin hevur virkað í 20 ár, varð lagið “Colors of Love” útgivið í Íslandi.

Lagið er sungið av Regínu Ósk, saman við sangarum úr Gospelkóri Reykjavíkur. Tað er Ívar Halldórsson, útvarpsmaður á íslendsku útvarpsstøðini, Bylgjuni, ið hevur skrivað lagið og ognað ABC barnahjálp tað.

Regina Ósk er kend songkvinna og vann hon í ár, saman við Fríðriki Ómar, íslendsku Grand Prix kappingina við sanginum, Það Sem Verður.

Niðanfyri er möguligt at síggja og hoyra Colors of Love, soleiðis sum tað er at finna á YouTube.

Skúlin endiliga innilokaður

July 26th, 2008 Posted in Tíðindi

Seinastu vikurnar hevur verið arbeitt dúgliga við at inniloka fyrstu hæddina av skúlabygninginum. Tíverri hevur vánaligt veður seinkað byggingini, men fyrst í hesi vikuni var komið á mál og skaðarnir eru nú böttir.

Myndin niðanfyri vísir skúlabygningin högrumegin. Bygningurin vinstrumegin er skúlaheimið til gentur, sum er komið væl áleiðis.

Upplýsing um arbeiðið

June 5th, 2008 Posted in Tíðindi

Soleiðis sær skúlin út, sum ABC barnahjálp í Føroyum letur byggja nær Monrovia, høvuðsstaðnum í Liberia. Byggingin er ikki heilt liðug og enn restar peningur í at gera skúlan lidnan.


Ynskir tú at stuðla byggingini, kanst tú flyta pening á eina av kontunum hjá ABC barnahjálp. Minst til at merkja flytingina “bygging”.

Kontur:

Eik: 9181-160.987.6
Føroya Banki: 6460-175.343.8
Norðoya Sparikassi: 9865-103.480.9
Suðuroyar Sparikassi: 9870 102.482.6

Kunning

May 10th, 2008 Posted in Tíðindi

Á ársfundinum mikukvøldið 7. mai, varð fyri fyrstu ferð møguligt at tekna seg at stuðla børnum til útbúgving gjøgnum ABC barnahjálp í Føroyum. Áhugin at stuðla er stórur og hava sekstan liberiansk foreldraleys børn nú fingið føroysk stuðulsforleldur.

Síðani ABC barnahjálp í Føroyum varð stovnað í desembur 2006, hevur verið arbeitt fram ímóti eini stuðulsforeldraskipan. Stuðulsforeldraskipanin er høvuðsarbeiðið hjá felagsskapinum.

Og á ársfundinum mikukvøldið fór stuðulsforeldraskipanin hjá ABC barnhjálp av bakkastokki.

Áhugin er stórur at stuðla og hava 16 børn longu fingið stuðulsforeldur.

Børnini eru gentur í dreingir í øllum aldri. Mynd er av hvørjum einstakum barni og stuðulsforeldrini kunnu velja sær barn eftir kyni og aldri.

Seinasta heyst fór ABC barnahjálp undir at byggja skúla til 500 næmingar nær høvuðstaðnum Monrovia í Liberia. Skúlin væntast at verða liðugur til skúlaársbyrjan í heyst.

Hóast skúlin ikki er liðugur enn, hevur ABC Children’s Aid í Liberia tikið 49 foreldraleys børn til sín. Børnini búgva í løtuni undir vánaligum og trongum umstøðum.

Trýstið á felagsskapin um at taka fleiri børn inn er stórt, sigur Matthew Zakeuh, leiðari av arbeiðinum í Liberia.

Síðani tað frættist, at ABC er í ferð við at byggja skúla og skúlaheim eru komnar uppringingar úr øllum landinum við áheitanum um at taka foreldraleys børn inn.

Men av tí, at skúli og skúlaheim ikki eru liðug enn, ber ikki til at taka fleiri børn inn enn. Tað resta um 170.000 krónur í til at gera skúlan lidnan. ABC barnahjálp er nú í ferð við at savna pening inn til at gera skúlan lidnan.

Ætlanin er at fáa stuðulsforeldur í Føroyum at stuðla øllum 500 børnunum.

Sambært metingum hjá UNICEF eru 250.000 foreldraleys børn í Liberia. Uttan hjálp uttanífrá hava hesi børn lítlar og ongar vónir um skúlagongd og útbúgving. ABC ynskir við hesi verkætlan at vera við til at skapa so nógvum av hesum børnum, sum yvirhøvur gjørligt, møguleika til skúlagongd, útbúgving og varandi menning.

Ynskir tú at stuðla barni, kanst tú seta teg í samband við Andreu Niclasen Stórá á telefon 282585 ella senda ein teldupost til andrea@barnahjalp.fo.

Um stutta tíð verður eisini møguleiki at síggja og velja sær børn at stuðla á heimasíðuni hjá ABC.