Heimasíðan hjá Føroysku barnhjálpini

Sjónavarpssending um verkætlanina í Liberia

April 13th, 2009 Posted in Uncategorized

Leið meg til Amerika er heitið á sjónvarpssending, sum Kringvarpið sendi hóskvøldið 16. apíl 2009. Sendingin er partur av temasending við heitinum Føroyar og 3. heimurin…

Síggj sendingina her >>

Eitt sjónvarpslið fylgir í hølinum á føroyska ferðalagnum, sum í januar var og vitjaði verkætlanina hjá ABC barnahjálp í Liberia. 

Í sendingin fær hyggjarin innlit í tær mongu avbjóðingar, sum tey, ið bjóða seg fram at veita menningarhjálp, møta á ferðini. Samstundis fáa vit innlit í fortíð, lív og vónir hjá teimum, sum fara at fáa ágóðan at føroysku menningarhjálpini.

Saman við umboðunum fyri ABC Barnahjálp í Føroyum og Íslandi vóru eisini Barbara á Tjaldrafløtti, fulltrúi í uttanríkisráðnum, og Jørgen Niclasen, landsstýrismður við uttanríkismálum. Landskassin hevur latið meira enn eina millión krónur til at byggja skúlan, sum er ætlaður til meira enn 500 børn, og man hettar vera størsta føroyska menningarverkætlanin í Føroyum higartil.

Í sendingin møta við Opheliu, sum er eitt av 60 børnum, sum hava fingið vón um eitt nýtt lív. Tey eru tey fyrstu, sum eru flutt inn á skúlaøkið hjá ABC Barnahjálp, sum liggur beint uttanfyri Monrovia, høvuðsstaðin í Liberia.

Tá Ophelia Dolo var 10 ára gomul varð hon tvingað í kríggj. Hon varð noydd at stríðast fyri sama uppreistrarher, sum týndi alla hennara familju í einum av teimum ræðuligastu kríggjunum í Afrika. Seks ár eftir at kríggið endaði droymir Ophelia um at sleppa til Amerika, sum í hennara verð er ímyndin av himmiríki á jørð.

Dánjal Højgaard, journalistur, hevur lagt til rættis. Femja Petersen, miðlatøkningur, hevur gjørt upptøkurnar og klipt sendingina.

Sendingin er knappan tíma long og verður send sum partur av einum temadegi í Kringvarpi Føroya 16. apríl, har evnið er Føroyar og 3. heimurin. Eftir sendingina fara Rúna Sivertsen, formaður í ABC Barnahjálp í Føroyum, og Barbara á Tjaldrafløtti, fulltrúi í uttanríkisráðnum at svara spurningum um menningarverkætlanina í Liberia

Framløga og myndafrásøgn um ABC

January 28th, 2009 Posted in Uncategorized

Skúlar, samkomur, stovnar, privatpersónar, arbeiðspláss, feløg, bindiklubbar – Ja, øll, sum hava áhuga í eini framløgu um arbeiðið og myndafrásøgn um ferðina í Liberia, kunnu venda sær til ABC barnahjálp. Á ferðini í Liberia tóku vit nógvar  sera góðar myndir, sum lýsa hesa spennandi verkætlan væl.

Hevur hetta tín áhuga, kanst tú ringja á telefon 222585 ella skriva til abc@barnahjalp.fo

Stuðulsbørn úr Liberia

January 23rd, 2009 Posted in Uncategorized

Á vitjan okkara á skúlanum hjá ABC Children’s Aid í Monrovia í Liberia, tóku vit myndir av stuðulsbørnunum. Børnin sita her so fitt, trý og trý, við navninum skrivað á ein lepa.

Teimum flestu børnunum dámdu væl at verða avmyndað, men summi av teimum smærru vóru eitt sindur bangin. Onkur av teimum ræddist hvít fólk og grótu undan okkum.

Enn mangla nakrar myndir, men tær vera at finna á heimasíðuni um stutta tíð.

Í bakgrundini síggjast skúlin og gentuheimið. Skúlin er grái bygningurin vinstrumegin.

Ynskir tú at stuðla barni, kanst tú venda tær til Andreu Niclasen Stórá. Tlf.: 282585 ella T-post: andrea@barnahjalp.fo

Slóðbrótandi ferð til Liberia

January 19th, 2009 Posted in Uncategorized

 

ABC barnahjálp fegnast um, at Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, gjørdi av at vitja verkætlan okkara í Liberia. Saman við uttanríkisráðharranum eydnaðist okkum at hitta forsetan, Ellen Johnson Sirleaf, og seks ráðharrar í liberiansku stjórnini

 

Á vitjanini í Liberia breyt uttanríkisráðharrin slóð fyri ABC barnahjálp inn til forsetan og fleiri av ráðharrum hennara. Vit vóru so heppin at hitta bæði Joseph Korto, útbúgvingarráðharra, Walther T. Gwenigale, almanna-og heilsumálaráðharra og Joseph Geebro, undirmálaráðharra í sosialfyrisitingini.

 

Bæði forsetin og ráðharrarnir vóru øll sera takksom um hjálpina úr Føroyum og gjørdist hetta tí slóðbrótandi fyri arbeiðið hjá ABC barnahjálp í Liberia.

 

Fundirnir við ráðharrarnar høvdu avgerandi týdning fyri ABC barnahjálp, har vit fingu vissu fyri, at bæði liberianska útbúgvinarmálaráðið og almanna- og heilsumálaráðið vita um og góðkenna verkætlanina. Eisini fingu við lyfti um, at sosialfyrisitingin vil hjálpa ABC barnahjálp at finna tey børn, sum veruliga treinjga mest til hjálp.

 

Her eru nøvnini á teimum ráðharrum, vit hittu á ferðini: Johnson N. Gjwaikolo, varauttanríkisráðharri, Joseph Korto, útbúgvingarráðharri, Chris Tore, landbúnaðarráðharri, Miata Beysolow, vinnumálaráðharri, Walther T. Gwenigale, almanna-og heilsumálaráðharri, Joseph Geebro, undirmálaráðharri í almanna- og heilsumálum. Seinast hittu vit forsetan, Ellen Johnson Sirleaf.

 

Á ferðini fingu vit eisini høvið at hitta Ellen Margrethe Løj, ST ovastan fyri trygd og samskipan.

 

Mynd: Guðrún Margrét Pálsdóttir.

 

 

Rørandi móttøka í Liberia

January 12th, 2009 Posted in Uncategorized

Tá ferðalagið úr Føroyum seinasta mikudag kom á vitjan á skúlaøkinum hjá ABC Children’s Aid í Liberia, fingu vit eina hjartaliga og rørandi móttøku.

Fyrst komu nøkur vaksin syngjandi og dansandi ímóti okkum, og tá vit komu longur niðan stóðu øll børnini í hvítum T-blusum við búmerkinum hjá ABC barnahjálp á.

Hetta var ein sera rørandi og hjartanemandi løta, sum fekk tárini fram hjá fleiri okkara.

Vit blivu síðani víst runt á økinum til teir ymisku bygningarnar, ið eru í gerð. Gentuhúsið, sum ABC í Íslandi letur byggja,  er næstan liðugt og er abera vakurt og tekur seg væl út. Fyrsta byggistigi av skúlanum er eisini væl áleiðis og verður skúlin tikin í brúk tá næsta skúlaár byrjar í septembur. Tað var einastandi at síggja, hvussu nógv er gjørt, síðani byggingin byrjaði í oktobur 2007.

Tá vit høvdu sæð allar bygningarnar framførdu børnini ymiskt. Onkur sang og onnur lósu upp tað, tey høvdu lært uttanat. Eisini sungu børnini kór og tey sungu so hart, at takið mundi farið av.

Børnini fingu gávur frá bæði landsstýrismanninum og ABC barnahjálp í Íslandi. Eisini fingu tey leikur og skúlaamboð, sum Alfa Bókhandil í Klaksvík hevur latið til gávu.

Í skrivandi løtu eru vit framvegis í Liberia. Vit komu higar seint mikukvøldið og hava havt fulla skrá hvønn einasta dag síðani. Vit hava vitjað alt frá ráðharrum til fólk í fátækasta partinum av Monrovia. Eisini hava vit vitjað eina støð, har fólk við HIV og AIDS møtast til ráðgeving og bólkaarbeiði.

Á myndini síggja vit Hildu við nøkrum av elskuligu børnunum, sum ABC barnahjálp tekur sær av.

Vit fara komandi dagarnar at leggja myndir frá ferðini á heimasíðuna.

Fløga til frama fyri ABC barnahjálp

December 28th, 2008 Posted in Uncategorized

Ynskir tú at stuðla ABC barnahjálp, kanst tú keypa fløguna Hope, sum er framleidd til frama fyri arbeiðið hjá ABC barnahjálp. Høvuðslagið á fløguni er lagið “Colors of love”, sum íslendska Regina Ósk syngur.

Á fløguni eru 11 sangir av sangarum úr Íslandi, Bretlandi, Hollandi og USA.

Fløgan, sum kostar kr. 149,00, er ein góð gáva til bæði ung og gomul.

Ynskir tú at keypa fløguna kanst tú ringja á tlf.: 222585 ella senda ein teldupost til abc@barnahjalp.fo

Lurta eftir lagnum Colors of Love her

 

 

Fyri eina sodavatn

December 25th, 2008 Posted in Uncategorized

 

Við at keypa eina sodavatn minni um dagin, kanst tú geva einum foreldraleysum barni vón um eitt gott lív. Skúlagongd hjá barni í Afrika kostar nevniliga nakað tað sama um dagin, sum ein sodavatn kostar okkum at keypa.

Les meira her

Ferð til Monrovia í Liberia

December 15th, 2008 Posted in Uncategorized

 

Tann 6. januar 2008, fara tvey umboð fyri ABC barnahjálp á vitjan í Liberia, har ABC er við í eini verkætlan, sum umfatar bygging av skúla, barnaheimum, matarhøll og læknahølum. Skúlin er føroysk verkætlan, sum verður stuðlað av landsstýrinum.

Við í ferðini verða eisini landsstýrismaðurin í uttanríkismálum og Barbara á Tjaldrafløtti, sum umsitir menningarhjálpina í landsstýrinum. Eisini verða umboð fyri Kringvarpið, sum fara at gera sjónvarpsending um verkætlanina hjá ABC barnahjálp.

ABC barnahjálp rindar ferðina fyri umboðini hjá ABC barnahjálp, og stuðulin frá landsstýrinum til upplýsing um verkætlanina rindar fyri ein part av ferðini hjá Kringvarpinum.

Tað kostar nógv at fara ein slíkan túr, so allur stuðul er kærkomin.

Umframt einstaklingar stuðla hesar fyritøkur ferðini: Christian í Grótinum og Synergi.

Ynskir tú at stuðla ferðini, kanst tú flyta pening á kontu í Eik: 9181 – 160.987.6

Børn í Senegal gera jólakort til stuðulsforeldrini

December 7th, 2008 Posted in Uncategorized

 

 

 

 

Fyri umleið tveimum mánaðum síðani gjørdi ABC barnahjálp í Föroyum av at royna at skaffa stuðlar til börn í Dakar í Senegal. Avgerðin bleiv tikin í sambandi við vánaligu fíggjarstöðuna í Íslandi, sum eisini rakar ABC barnahjálp har yviri meint. ABC barnahjálp í Føroyum vónar at fáa stuðlar til 100 börn í Senegal. Eftir tveim um mánaðum hevur ta eydnast at fáa stuðul til meira enn 40 börn frá föroyskum stuðulsforeldrum. So ikki sigast annað, enn at tað hevur gingið væl, og tað eru vit inniliga takksom fyri.

 

Á myndini síggja vit eina íslendska kvinnu, Edda Lina, sum í eina tíð hevur arbeitt fyri ABC barnahjálp í Senegal. Saman við einum av børnunum er hon í ferð við at gera jólakort at senda stuðulsforeldrunum.

ABC barnahjálp hevur brúk fyri tær

November 24th, 2008 Posted in Uncategorized

 

 

Situr tú heima og følir, at tú ert til onga nyttu og at eingin hevur brúk fyri tær longur?

 

Fell ikki í fátt, tí ABC barnahjálp hevur brúk fyri tínari hjálp! Arbeiðið umfatar nógv ymisk ting, so øll kunnu vera við at hjálpa.

 

Í løtuni leita vit eftir fólki, sum kann taka sær at umseta tekst úr enskum. Eisini hava vit brúk fyri fólki, ið kunnu gera bússur klárar at seta út í handlarnar. ABC barnahjálp hevur eisini fingið heim stuðulsfløgur, sum skulu koyrast í handlarnar kring langið.

 

ABC barnahjálp arbeiðir fyri at geva foreldraleysum og fátøkum børnum í tilafturskomnum londum varandi hjálp við skúlagongd og útbúgving.

 

Fyri at raksturin av skrivstovuhaldinum hjá ABC barnahjálp skal vera so bíligur sum møguligt, roynir ABC at fáa so nógva sjálvbodna hjálp sum yvirhøvur gjørligt.

 

Um tú ynskir at hjálpa til, kanst tú ringja til ABC barnahjálp á telefon 222585 ella skriva ein teldupost á abc@barnahjálp.fo. ABC barnahjálp hevur postadressu í Klaksvík, postrúm 163.