Author Archive
Vit eru vónin
– Fyri mong børn er lívið merkt av órættvísi, tí lívsins treytir eru, at tey fáa lív uttan sjálvi at hava møguleikan at velja hvar, ella saman við hvørjum, tey skulu liva, sigur Tóra við Keldu í ummæli sínum av einari heilt einastandandi myndaframsýning, sum læt upp í býráðshøllini í Klaksvík hósdagin 16. august.
Framsýningin verður opin í umleið tríggjar vikur.
Continue Reading | Comments Off on Vit eru vónin
Tú kanst hjálpa við at ringja 905 605
Hendan gentan var eitt av mongu børnunum, sum myndamaðurin Bárður Lydersen hitti, tá hann var í Liberia. Tey hava ikki reint vatn, hon noyðist svong í song og foreldrini hava ikki ráð at lata hana fara í skúla.
Continue Reading | Comments Off on Tú kanst hjálpa við at ringja 905 605
Hoyrið Hildu greiða frá avbjóðingunum í Liberia
Hósdagin 13. juni var Hilda Viderø gestur á Bylgjulongd í Lindini, har hon greiddi frá spennandi arbeiðinum í Libera.
Continue Reading | Comments Off on Hoyrið Hildu greiða frá avbjóðingunum í Liberia
Bárður Lydersen sýnir fram í Reykjavík
Myndaframsýningin “Acre of hope – all lives have equal value” læt upp í hølum hjá ABC barnahjálp á Laugavegi 103 í Reykjavík í, fríggjadagin 21. juni.
Continue Reading | Comments Off on Bárður Lydersen sýnir fram í Reykjavík
Pray The Devil Back to Hell
Mánakvøldið, 17. juni klokkan 20.00, verður eitt stuðulstiltak í KFUM & K í Klaksvík fyri arbeiðið í Liberia.
Continue Reading | Comments Off on Pray The Devil Back to Hell
Oyðimarkar blóman í Mentanarhúsinum
Hóskvøldið 20. juni klokkan 20.00, verður filmurin, Oyðimarkarblóman, sýndur í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Filmurin er bygdur á bestseljaran Desert Flower eftir Dirie Waris. Atgongumerkið kostar 80 krónur
Continue Reading | Comments Off on Oyðimarkar blóman í Mentanarhúsinum
Bússur kring landið
Í handlum kring landið standa bússur hjá ABC barnahjálp. Peningurin, sum kemur inn við bússunum ger hvønn mánað stóran mun í hjálpararbeiðinum.
Continue Reading | Comments Off on Bússur kring landið
Liberia: Revsimálið skal ganga umaftur
Revsimálið móti fyrrverandi leiðaranum í ABC barnahjálp í Liberia, Matthew Sakeuh, er heimvíst til nýggja viðgerð, tí próvførslan var ikki nøktandi. Dómarin hevur ógildað úrskurðin hjá nevningatinginum og ABC Children’s Aid International fyrireikar nú nýtt rættarmál
Continue Reading | Comments Off on Liberia: Revsimálið skal ganga umaftur
Eitt samt nevningating
Nevningatingið í Temple of Justice, rættinum í Liberia, fann í gjár Matthew T. Sakeuh sekan í misnýtslu av ognum, stuldri av ognum og kriminellari ráðagerð
Tað eru smá trý ár gingin, síðani ABC barnahjálp varnaðist, at alt ikki var sum tað skuldi viðvíkjandi skúlaverkætlanini í Liberia. Líka síðani hevur felagsskapurin arbeitt við at leggja málið fyri liberiska rættin, Temple of Justice. Tað er Hilda Viderø, nevndarlimur í ABC barnahjálp og leiðari fyri verkætlanini í Liberia, sum í hesi trý árini hevur ferðast til Liberia fyri at royna at loysa málið.
Continue Reading | Comments Off on Eitt samt nevningating
Leiðarin í Senegal settur í fangahús
Fyri einum lítlum mánaða síðani varð leiðarin fyri ABC skúlan settur í fangahús vegna kristnu trúnna. Hann og starvsfelagi hansara, Zeneide, vórðu bæði tikin orsakað av følskum ákærum ímóti teimum. Tey hava nú sitið fangar í alla hesa tíð undir sera vánaligum umstøðum.
Í hesum filmsbrotinum sæst nakað av teirra virksemi í Senegal.
Continue Reading | Comments Off on Leiðarin í Senegal settur í fangahús