Author Archive
Tíðindaskriv úr Senegal

Føroyska barnahjálpin stuðlar 78 børnum í Sengal. Har, eins og um allan heim, hevur corona darvað skúlagongdini, men í november lata skúlarnir upp aftur sum vanligt.
Continue Reading | Comments Off on Tíðindaskriv úr Senegal
Ijeoma Regina Akpu í nevndina
rhdr
Ijeoma Regina Akpu úr Nigeria er nýggjur nevndarlimur í Føroysku Barnahjálpini og fer Barnahjálpin nú eisini undir at stuðla børnum í Nigeria við skúlagongd. Nigeria er 7. landið í røðini av londum, sum Barnahjálpin stuðlar. Tað eru í dag 579 børn skrásett í stuðulsskipanini hjá Føroysku Barnahjálpini.
Continue Reading | Comments Off on Ijeoma Regina Akpu í nevndina
– Øll kunnu stuðla einum barni

Tað siga Amy Hansen og Súsanna Vang, sum í september millum annað vóru og vitjaðu ein skúla í Kenja, ið er rikin við peningi føroyskum stuðlum gjøgnum Barnahjálpina. Í Góðan Morgun Føroyar greiddu tær frá nøkrum av sínum upplivingum. Sára Jógvansdóttir, sum var við á ferðini, gjørdi innslagið.
Vitjan í londunum, sum Barnahjálpin stuðlar í hevur ómetaliga stóran týdning fyri arbeiðið hjá Barnahjálpini.
Í september mánaða vóru Amy Hansen og Súsanna Vang, saman við Sáru Jógvansdóttir, og vitjaðu skúlan, har børnini ganga, sum fáa stuðul frá føroyskum stuðulsforeldrum gjøgnum Barnahjálpina.
Síðani tær vitjaðu har hava omanfyri hávlthundrað stuðlar aftrat tekna seg fyri at stuðla einum barni.
Tær siga, at sjálvt um børnini, sum ganga í skúlanum, eru fátøk, so sæst tað væl, at tey eru betri fyri enn tey børn, sum ikki ganga í skúla. Tað hevur stóran týdning fyri børnini at vita, at tey hava ein stuðul, siga tær.
Barnahjálpin takkar teimum trimum, Sáru, Amy og Súsonnu hjartaliga fyri stuðulin.

Hoyr sendingina her >>
Myndir: Sára Jógvansdóttir.
Continue Reading | Comments Off on – Øll kunnu stuðla einum barni
Tøkk úr Senegal
Binta er úr Senegal og hevur fingið stuðul til skúlagongd úr Føroyum í nógv ár. Nú er hon liðug við high school og takkar fyri stuðulin. Barnahjálpin ynskir henni hjartaliga til lukku og alt tað besta.
Continue Reading | Comments Off on Tøkk úr Senegal
Standa á egnum beinum
Síðani í 2008 hava føroyingar gjøgnum Føroysku barnahjálpina stuðlað nógvum børnum í Liberia. Fleiri teirra eru foreldraleys og hava einki netverk, sum kann hjálpa teimum. Tí royna vit at hjálpa okkara ungu at fáa eina útbúgving, sum kann gera tað lættari hjá teimum at standa á egnum beinum.
Continue Reading | Comments Off on Standa á egnum beinum
Albert vitjaði Hermane í Senegal
Í mai mánaða kom skipið, sum Albert Abrahamsen á Strondum siglir við, til Dakar í Senegal. Albert setti seg í samband við Barnahjálpina at vita, um hann kundi sleppa at heilsa upp á gentuna, sum hann og konan í fleiri ár hava stuðlað. Tað bleiv ein uppliving av teimum stóru fyri bæði Albert og Hermane.
Continue Reading | Comments Off on Albert vitjaði Hermane í Senegal
Charlotta greiðir frá ferð í Liberia
Í apríl mánað var Charlotta á Váli Olsen og vitjaði í Liberia. Har hitti hon Fredrick, sum hon hevur verið faddur hjá síðani 2009. Hoyr hana greiða frá ferðini í sending á Bylgjulongd í Lindini
Continue Reading | Comments Off on Charlotta greiðir frá ferð í Liberia
Samrøða í sambandi við vitjan í Liberia
– Tað er stuttligt at síggja menningina hjá børnunum og teimum ungu, sum fáa hjálpina, og at summi teirra nú taka lut í sjálvbodnum arbeiði í sínum egna landi, segði Rúna Sivertsen við Helga Abrahamsen, tá R7 ringdi til Liberia at frætta um vitjanina har.
Continue Reading | Comments Off on Samrøða í sambandi við vitjan í Liberia
Takka Mariu og føroyingum fyri skúla
Continue Reading | Comments Off on Takka Mariu og føroyingum fyri skúla
Hjálpin til skúlating ger mun
Við skúlaársbyrjan í 2017 varð byrjað upp á eina verkætlan í Liberia, sum hevði til endamáls at hjálpa børnunum, sum fáa stuðul úr Føroyum gjøgnum Føroysku barnahjálpina, við skúlatingum.
Continue Reading | Comments Off on Hjálpin til skúlating ger mun