Heimasíðan hjá Føroysku barnhjálpini

Stuðla nú børnum í India

April 4th, 2015 Posted in Tíðindi

Klassin

Í samstarvi við Maranatha Social Organisation stuðlar ABC barnahjálp nú børnum í India. Fólkið har livir í stórum fátækradømi og 95 prosent av fólkinum liva undir fátækramarkinum.

Fyri fyrst stuðla vit einum skúlaflokki í Guntur økinum, sum er í statinum Andhra Pradesh, sum liggur við landsynnigs strondina í India. Foreldur teirra eru ógvuliga fátøk og eru sokallað Rag pickers og liva av at samla avfall á ruskplássum.

Við bara fáum krónum um mánaðin kanst tú vera við til at hjálpa hesum børnum burtur úr neyð og vesaladómi, so tey kunnu fáa mat hvønn dag og læra at lesa og skriva.

Til ber at stuðla við fastari flyting á kr. 50,00, kr. 100,00 ella kr. 200,00 um mánaðin.

Tað ber sjálvsagt eisini til at stuðla við at lata eina peningagávu. Flyt peningin á kontu í Norðoya Sparikassa 9865-103.480.9 og merk flytinginga India.

Hjartans takk fyri stuðulin.

 

 

 

Sorry, comments for this entry are closed at this time.