Heimasíðan hjá Føroysku barnhjálpini

Hesir eru rættir sjómenn

January 18th, 2015 Posted in Tíðindi

Fiskimenn 1 Fiskimenn í Monrovia hjálpa til við útbering av rísi til ebolaraktu familjurnar niðri við strondina. Teir hava føroyska merkið á bátinum, blusunum og hava eisini vundið føroyska merkið á stong.

Abraham Abdulla er úr Mauritania og flutti fyri nøkrum árum síðani til Liberia. Úr Føroyum fekk hann gjøgnum ABC barnahjálp stuðul til at fara undir vinnuligt virki.

Hann er úr einum øki langt frá havinum og kendi hann tí als einki til fiskiskap, men hóast tað gjørdi hann av at royna. Av tí, at stuðulin kom úr Føroyum, málaði hann føroyska merkið á bátin og ikki gekk long tíð, til hann fekk tilnevnið Faroe.

Abraham er ein gløggur og sera fyrikomandi ungur maður. Hann hevur gott fólkatekki og hevur í fleiri ár hjálpt ABC barnahjálp við ymiskum samskifti við myndugleikarnar.

Síðani ebola byrjaði at herja í Liberia hevur ABC barnahjálp havt fleiri innsavningar fyri at hjálpa teimum raktu. Serliga eru tað børn og familjur, sum hava mist annan forsyrgjaran ella børnum, sum eru vorðin foreldraleys. Í hesum arbeiðinum hava Abraham og hansara menn hjálpt til.

Tørvurin á hjálp er stórur og enn er møguleiki at stuðla.

Tú kanst stuðla við at flyta pening á kontu í Norðoya Sparikassa: 9865-994.344.1. Viðmerk flytingina Ebola.

Eisini ber til at stuðla við at brúka PayPal knøttin í bjálkanum omanfyri á heimasíðuni.

Ein sekkur av rísi kostar 115 krónur.

Hjartans takk fyri stuðulin.

 

Fiskimenn 2

 

Rís

Skrivað hevur Hilda Viderø

Sorry, comments for this entry are closed at this time.