Nýtt navn og búmerki

Written by runa on 06/01/2016. Posted in Tíðindi

Tíðindaskriv

ABC barnahjálp fer framyvir at virka undir hjánavninum Føroyska barnahjálpin og er nú sjálvstøðugur føroyskur hjálparfelagsskapur. Hjálparbeiðið er óbroytt og heldur fram á sama hátt, sum frammanundan

favicon

ABC barnahjálp í Føroyum varð stovnað í desember 2006 í samstarvi við ABC barnahjálp í Íslandi, og sum ein partur av ABC barnahjálp International.

Orsakað av broytingum í íslendska felagsskapinum, gjørdi føroyska nevndin av at broyta viðtøkur og navn og gerast sjálvstøðugur føroyksur felagsskapur.

Hjálpararbeiðið er tó óbroytt og hildið verður fram á sama hátt sum undanfarnu árini.

Barnahjálpin, sum felagsskapurin oftast hevur verði kallaður, stuðlar umleið 200 einstøkum børnum í ávíkavist Liberia, Senegal, Pakistan og á Filipsoyggjunum. Í India stuðlar Føroyska barnahjálpin einum skúlaflokki og í Kenja einari familju. Ætlanin er eisini at fara undir at stuðla einstøkum børnum har.

Virksemið er vaksið nógv seinasta árið og økir tað um krøvini til raksturin. Nevndin hevur tí gjørt av at taka 7 prosent av innkomnum stuðli til raksturin. Umframt kemur nakað av peningin inn frá fyritøkum og einstaklingum beinleiðis til raksturin. Hetta hevur gjørt tað møguligt at sett Hildu Viderø í partíðarstarv hjá Barnahjálpini. Høvuðsuppgáva hennara er at leiða arbeiðið í Liberia. Umframt ferðast hon runt í Føroyum og greiðir frá arbeiðinum hjá Barnahjálpini.

Tað kostar frá kr. 200 – 300 kr. at stuðla einum barni við skúlagongd. Á heimasíðuni, www.barnahjalp.fo, finnast upplýsingar um stuðulsskipanina.

Í handlunum kring landið standa bússur hjá Føroysku barnahjálpini. Enn hava tær navn og logo hjá ABC barnahjálp, men hetta verður broytt, so hvørt bússurnar verða skiftar út.

Tað er Hans Jákup Elkjær, grafiskur sniðgevi, sum starvast hjá fyritøkuni Krea, sum hevur gjørt búmerkið.

Um búmerkið sigur hann:

Búmerkið vísir eitt hjarta, eitt fólk og eina bók.

Verður hugt eftir reyðu hálvrundingunum og tí bláa rygginum í bókini, sæst eitt hjartað.

Eitt hjarta, sum vísir hjartalag, sum skal avspeglast í okkara gerðum. Strikurnar

omanfyri hjartað, gerð hjartað livandi. Eitt hjarta, sum bankar fyri okkara næsta.

Reyðu strikurnar omanfyri hjartað, skapa eitt hjartað aftanfyri hjartað sum sæst. Hetta

skal ímynda tað dubulta kærleiksboðið. “Elska næsta tín sum sjálvan teg.”

Fólkið kann bæði vera ein persónur, men kann eisini vera ein eingil. Hvíta feltið sum fer

í gjøgnum reyða og bláa partin, er bein og armar. Men er somuleiðis matimatisk tekin

pluss og minus. Reyði rundingurin er tá partur av minussinum.

Hvítu linjurnar sum eru í millum bæði hjørtuni, ímynda armar hjá einum persóni sum

verður borin av tveimum persónum. Reyðu hálvrundingarnir á báðum síðum eru herðar

um bera.

Bókin hevur tvær síður og ein rygg. Hetta skal ímynda tríggjar súlur sum lærdómurin

ber við sær.

Nú er lætt at stuðla

Ring 90 56 05 og
tú hevur latið kr. 100
til Føroysku barnahjálpina

Tú kanst eisini stuðla við at nýta PayPal knøttin í bjálkanum omanfyri

Konta í Norðoya Sparikassa
9865-103.480.9