Liberia: Revsimálið skal ganga umaftur

Written by runa on 14/01/2013. Posted in Uncategorized

Ímeðan alt sá út til at vera gott. Lagnan hjá bygningunum er ikki avgjørd enn. ABC barnahjálp stuðlar 41 børnum og ungum í Liberia, tey hava tað øll gott og mennast og trívast væl.

Revsimálið móti fyrrverandi leiðaranum í ABC barnahjálp í Liberia, Matthew Sakeuh, er heimvíst til nýggja viðgerð, tí próvførslan var ikki nøktandi. Dómarin hevur ógildað úrskurðin hjá nevningatinginum og ABC Children’s Aid International fyrireikar nú nýtt rættarmál

Revsimálið móti Matthew Sakeuh fekk eina heldur óvæntaða vend, tá ið dómarin í málinum Peter W Gbeneweleh 8. januar kolldømdi úrskurðurin hjá einum samdum nevningatingi í kriminalrættinum, Criminal Court í landslutinum Montserrado.

Nevningatingið tók støðu til skuldarspurningin 22. desember og fann Matthew Sakeuh sekan í ákærunum. Sambært ákæruritinum hevði hann stolið fremmanda ogn, misnýtt ognir, sum hann hevði fingið at umsita eins og hann varð ákærdur fyri brotsliga samansvørjing. Lógarbrot svarandi  til eitt virði upp á meiri enn eina millión amerikanskar dollarar.

Kærdu niðurstøðuna

Men verjin hjá Sakueh kærdi úrskurðin.

Jólaaftan heitti hann á dómaran um at kolldøma úrskurðin hjá nevningunum og heimvísa málið til nýggj viðgerð. Grundgevingin var, at ákæruvaldið hevði ikki lyfti próvbyrðuna, t.v.s. hevði ikki megnað at prógva, at Matthew Sakeuh veruliga hevði framt lógarbrotini, og at niðurstøðan hjá nevningunum tískil ikki svaraði til tað, sum varð komið fram í málinum.

Og í endaliga dóminum, sum kom 8.januar hevur verjin fingið viðhald.

Vantandi prógv

Dómarin vísir á, at ákæruvaldið megnaði ikki at lyfta próvbyrðuna, sum er eitt krav í slíkum revsimálum. Hann vísir á, at tað ikki er prógvað, at Matthew T. Sakeuh hevur stolið pening og misnýtt ognir til persónligan vinning.

Peter W Gbeneweleh vísir á, at prógvini í revsimáli skulu vera bæði avgerandi og sannførandi fyri at fella dóm. Hann heldur at ”grundaður ivi” var um skuldarspurningin og at hesin ivi eigur at koma Matthew T. Sakeuh til góðar.

Dómurin staðfestir samstundis, at tá niðurstøðan hjá einum nevningatingi er í andsøgn við tað, sum annars er komið fram í málinum – ”when the verdict is contrary to the weight of the evicence” – kann dómarin sambært lógini heimvísa málið til nýggja viðgerð.

Og er tað hetta, sum dómarin nú hevur gjørt.

Altjóða deildin stevndi

Tað er ABC Children’s Aid International, sum hevur heimstað í Íslandi, sum hevur tikið stig til revsimálið, sum tað almenna ákæruvaldið í Liberia hevur ført.

Tað er eisini ABC Children’s Aid International, sum hevur havt høvuðsleiðslulutin í hjálpararbeiðinum í Liberia. Felagsskapurin tók stig til at gera stórt bústaðar- og skúlaøki fyri neyðstødd gøtubørn skamt uttanfyri høvuðsstaðin Monrovia.

Í hesum sambandi varð felagsskapurin ABC Children’s Aid Liberia settur á stovn, har Matthew Sakeuh varð settur leiðari. Hetta samstarv slitnaði eftir at ABC hevði fingið frænir av at alt ruggaði ikki rætt.

ABC í Føroyum hevur við stuðli frá Føroya Landsstýri tikið stig til at byggja ein skúla á bústaðar- og skúlaøkinum við Monrovia. Tískil er revsimálið í Liberia eisini viðkomandi fyri okkum.

Hepni í  óhepni

Høvuðsvitnið hjá ABC barnahjálp er Guðrún Margrét Pálsdóttir, forkvinna og stovnari av ABC barnahjálp í Íslandi. Hon segði við íslendska ríkisútvarpið í gjár, at liberiski sakførarin hjá ABC barnahjálp hevur koyrt sakina eftir heilt øðrum fortreytum enn teinum, ið ABC barnahjálp legði upp til.

Hon sigur víðari, at úrskurður dómarans er hepni í óhepni. Tí av øðrum løgfrøðingum verður mett, at varð málið skotið inn fyri hægsta rætt nú, hevði Matthew Sakeuh verið fríkendur í øllum ákærum og málið ikki kunnað verið tikið uppaftur.

Børnini í góðum hondum

Tá trupulleikarnir stungu seg upp í apríl 2010, vórðu børnini flutt av skúlaøkinum og búgva nú í leigaðum hølum í býnum. Eftir hvat ABC barnahjálp hevur fingið upplýst verður skúlin nýttur til undirvísing.

Børnini og tey ungu, sum búgva á barnaheiminum hjá ABC barnahjálp í Liberia hava tað øll gott og verða stuðlað av føroyskum stuðulsforeldrum. ABC barnahjálp fylgir teimum tætt og síðani í mars 2010 hevur Hilda Viderø vitjað í Liberia átta ferðir.

Guðrún Margrét Pálsdóttir fer væntandi aftur til Liberia í februar at fyrireika nýtt rættarmál.

Hava tit spurningar eru tit vælkomin at venda tykkum til:

Rúnu Sivertsen, forkvinnu
ABC barnahjálp
Tlf. 222585
abc@abc.fo

Nú er lætt at stuðla

Ring 90 56 05 og
tú hevur latið kr. 100
til Føroysku barnahjálpina

Tú kanst eisini stuðla við at nýta PayPal knøttin í bjálkanum omanfyri

Konta í Norðoya Sparikassa
9865-103.480.9