Uttanríkisráðið gevur ABC flugunet

Written by runa on 25/04/2010. Posted in Uncategorized

Altjóða Malariadagur er í dag, 25. apríl. Tað er Heimsheilsustovnurin undir Sameindu Tjóðum, WHO, sum hevur samtykt hetta. Føroyar taka lut í hesum átaki við at varpa ljós á sjúkuna malaria. Hetta verður gjørt við at lata flugunet, – eisini kallað moskitonet, til skúlaungdómar í Liberia, Ghana, Sierra Leona og Kambodia. Talan er um fýra ymsar menningarverkætlanir, har føroyskir hjálparfelagsskapir virka saman við Uttanríkisráðnum.

 

Endamálið við tiltakinum er at fyribyrgja malariasjúkuni, sum verður borin gjøgum flogkykt.
Hvørt ár fáa um 500 milliónir fólk malaria og meiri enn ein millión fólk doyggja av sjúkuni. Av teimum eru flest fátækar kvinnur og børn. Nógv verður granskað í sjúkuni, sum eisini hevur álvarslig búskaparlig árin, men enn er ikki eydnast at gera koppingarevni ímóti sjúkuni. Sjúkan rakar harðast í Afrika, men fólk í Asiu, Miðeystri, Suður Amerika og í pørtum av Evropa verða eisini rakt.

Hetta er triðja árið, at Altjóða Malariadagur er. Dagurin verður hildin runt um allan heim, har ljós verður varpað á evnið við ráðstevnum, fyrilestrum og øðrum upplýsandi tiltøkum

Nú er lætt at stuðla

Ring 90 56 05 og
tú hevur latið kr. 100
til Føroysku barnahjálpina

Tú kanst eisini stuðla við at nýta PayPal knøttin í bjálkanum omanfyri

Konta í Norðoya Sparikassa
9865-103.480.9