Ferian tú ongantíð fert at gloyma!

Written by runa on 06/01/2016. Posted in Tíðindi

Á páskum 2016 skipar Føroyska barnahjálpin eina ferð til Filispoyggjarnar. Á ferðini fara vit at vitja skúlar og áhugaverd støð.

10571915_930513283662714_7157279337218987174_o

Útbúgving sum lærari við stuðli av Viðareiði

Written by runa on 06/01/2016. Posted in Tíðindi

Í desember 2015, fekk Martin Tutu prógv sum lærari. Hann er fyrsti unglingi í Barnahjálpini, sum hevur fingið hægri útbúgving. Vit eru errin av honum og gleðast um, at tað hevur eydnast honum at koma so langt.

12363161_925550950825614_6358129552426697873_o

Nú ber eisini til at stuðla børnum á Filipsoyggjunum

Written by runa on 13/05/2015. Posted in Tíðindi

IMG_1837

Í apríl mánaða vóru Hilda Viderø og maður hennara, Jóhannes, á vitjan á Filipsoyggjunum.

Stuðla nú børnum í India

Written by runa on 04/04/2015. Posted in Tíðindi

Klassin

Í samstarvi við Maranatha Social Organisation stuðlar ABC barnahjálp nú børnum í India. Fólkið har livir í stórum fátækradømi og 95 prosent av fólkinum liva undir fátækramarkinum.

Hesir eru rættir sjómenn

Written by runa on 18/01/2015. Posted in Tíðindi

Fiskimenn 1 Fiskimenn í Monrovia hjálpa til við útbering av rísi til ebolaraktu familjurnar niðri við strondina. Teir hava føroyska merkið á bátinum, blusunum og hava eisini vundið føroyska merkið á stong.

Hesi hava tørv á hjálp

Written by runa on 17/01/2015. Posted in Tíðindi

Familja Annie 3 ár,  Zebede 5 ár,  Yeahbylin 6 ár,  Blessing 7 ár, Carlos 9 ár og Cyntia 16 ár hava brúk fyri hjálp. Foreldrini hjá teimum doyðu av Ebola. Fólk eru bangin at hjálpa, tí tey halda, at tey blíva smittað av ebola. Vit í ABC vilja gjarna hjálpa hesari familjuni og vit hava brúk fyri tær.

Tøkk úr Liberia

Written by runa on 16/01/2015. Posted in Tíðindi

ebola-hjalp Takkarbræv fyri tykkara hjálp!

Góðu sponsorar og leiðarar í ABC barnahjálp Føroyar.

Eg beri hesa heilsan vegna børnini og starvsfólkini í ABC Liberia. Vit eru Harranum ógvuliga takksom fyri, at vit eru á lívi í hesi ræðuligu ebolakreppu. Júst nú er framgongd, grundað á úrslitini hjá Ebola Taskforce. Deyðiligheitin er lækkandi, og færri sjúklingar eru á sjúkrahúsunum kring landið.
20. desember var stjórnarval, sum er ein ábending um, at støðan við ebola er batnandi.

Stuðla barni í Liberia

Written by runa on 30/09/2009. Posted in Tíðindi

Skúlabyggingin í Liberia gongur framá og nú búgva um 100 børn á ABC heiminum. Arbeitt verður við at fáa fyrsta byggistig av skúlanum liðugt í heyst. Niðanfyri er ein mynd av øllum børnunum sum var tikin uttanfyri skúlabygningin í septembur 2009.

Fleiri nýggj børn eru løgd afturat hópinum og hava hesi børnini eisini brúk fyri stuðuli. Les meira um hesar møguleikar inni á síðuna “Stuðla barn í Liberia”.

TELEFON-uppboðssøla av listaverkum

Written by runa on 03/05/2009. Posted in Tíðindi

 

Spennandi TELEFON-uppboðssøla í døgunum 4. til 7. mai.
Tú kanst ogna tær eitt listaverk og stuðla tveimum skúlaverkætlanum í Afrika.

RING ELLA SKRIVA TIL
25 99 20

UPPLÝS NUMMAR Á LISTAVERKI OG TÍTT BOÐ

Trýst her fyri at síggja listaverkini

 

Fleiri av listarverkunum eru gjørd serstakt til stuðulstiltakið ”Føroya Feitasta Stuðulskonsert” til frama fyri skúlaverkætlanir í afrikonsku londunum Gana og Liberia, sum Kringvarpið 16. apríl varpaði ljós á í Temasending um menningarheimin.

Listaverkini eru at síggja í SMS frá mánamorgni 4. mai til mikukvøldið 6. mai og í Klingruni í Norðurlandahúsinum 7. mai.

Hesi listafólk hava sett spennandi listaverk á uppboðssølu:Umframt telefonuppboðssøluna fara 8 listaverk á uppboðssølu í konsertsalinum í Norðurlandahúsinum í samband við stuðulskonsertina, sum verður hóskvøldið 7. mai klokkan 19.30. Tað verður Hilmar Jan Hansen, sum fer at skipa fyri hesi uppboðssølu.

1: Eli Smith
2: Katrin Svabo Bech
3: Nikolina Højgaard
4: Bergun Kass
5: Frits Johannesen
6: Gunnar Streymoy
7: Kristina Joensen
8: Maria Mørkøre
9: Edith Mørkøre
10: Høgni Thomsen
11: Hedvig Johansdóttir
12: Zacharias Heinesen
13: Ása Thomsen
14: Lydia Petersen
15: Maibritt Frederiksberg
16: Ásla Rannvá Svendson
17: Harry Knusdsen
18: Ann-Mari Mouritsen
19: Sirikit Jacobsen
20: Jóannes Lamhauge
21: Bárður Dal Christiansen
22: Sámal Toftenes
23: Sigrun Gunnarsdóttir

 

 

Tey átta listaverkini hava hesi listafólk gjørt:

Beinta Vilhelmsen
Guðrun & Guðrun
Vera Larsen
Eivør Pálsdóttir
Harry Knudsen
Jón K. Poulsen
Nikolina Højgaard
Øssur Mohr

Leiga av Norðurlandahúsinum, tónleikarar, listaverk og alt arbeiðið er latið ókeypis í sambandi við stuðulstiltakið. Allur peningurin fer tí óskerdur til skúlaverkætlanir í Afrika hjá ganesiska felagsskapinum CRUDEC og ABC barnahjálp í Føroyum.

 

 

Vegna
CRUDEC (Care for Rural and Deprived Children)
og ABC Barnahjálp í Føroyum takka vit hjartaliga fyri s


 

 

 

 

 

Ynskir tú at hjálpa til

Written by runa on 23/10/2008. Posted in Tíðindi

Um tú ynskir at hjálpa til við arbeiðinum hjá ABC barnahjálp í Føroyum ella Liberia, ert tú vælkomin at seta teg í samband við ABC barnahjálp á telefon 222585.

ABC barnahjálp hevur skrivstovu í Havn og í Klaksvík.

Okkum tørva millum annað hjálp til ymiskt skrivligt arbeiði í sambandi við samskifti við Liberia og Senegal. Nógv av arbeiðinum kann gerast heima á egnari teldu, so hetta er ein góður møguleiki hjá fólki, sum hava tíð til avlops at rætta eina hjálpandi hond og gera eitt innihaldsríkt og virðismikið arbeiði.

Eisini er brúk fyri fólki, ið kunnu skipa fyri og finna uppá stuðulstiltøk.

Nú er lætt at stuðla

Ring 90 56 05 og
tú hevur latið kr. 100
til Føroysku barnahjálpina

Tú kanst eisini stuðla við at nýta PayPal knøttin í bjálkanum omanfyri

Konta í Norðoya Sparikassa
9865-103.480.9