Barnahjálpin 15 ár

Written by runa on 11/12/2021. Posted in Tíðindi

Í dag eru liðin 15 ár, síðani Føroyska barnahjálpin varð stovnað. Á júst hesum degi eru vit so glað um at kunna fortelja, at eitt av børnunum, sum vit lærdu at kenna á okkara fyrstu ferð til Liberia, nú hevur fingið tað, sum tey har kalla Capping Pass.

Cyrus saman við leiðaranum hjá Føroysku barnahjálpini í Liberia, Florence K. Goannu.

Tað er 22 ára gamli Cyrus Sekou, sum er komin so langt í sínari útbúgving, at hann hevur loyvi at arbeiða í sjúkrarøktini, hóast hann enn hevur tvey semester eftir, til hann kann kalla seg sjúkrarøktarfrøðing. Cyrus var bara 9 ára gamal, tá vit fyrstu ferð vitjaðu í Liberia í 2009.

Tað hevur verið spennandi at fylgt hesum drongi, ið frá smádrongi av hevur víst eitt serliga miðvíst ágrýtni.

Cyrus sum 10 ára gamal

Tað eru søgur sum hendan, ið gera, at arbeiðið hjá Barnahjálpini gevur meining. At síggja børn vaksa upp, fáa sær útbúgving og soleiðis kunnu lyfta seg og sína familju burtur úr fátækradømi, er allarstørsta gleðin í arbeiðinum.

Føroyska barnahjálpin stuðlar tilsamans 430 børnum í seks londum. Londini eru Liberia, Nigeria, Senegal, Filipsoyggjarnar, Pakistan og India.

Seinastu árini hevur Føroyska barnahjálpin sent umleið 1,5 milliónir krónur tilsamans til tey seks menningarlondini.

Vit eru sera takksom fyri. allan stuðul ígjøgnum hesi mongu ár. Uttan stuðulin frá stuðulsforeldrum og ørðum, hevði hetta arbeiðið ikki verið møguligt.

Hjartaliga takk fyri!

Vegna Føroysku barnahjálpina

Rúna Sivertsen, forkvinna
Andrea Niclasen, næstforkvinna
Charlotta á Váli Olsen, peningarøkil
Ijeoma Regina Akpu
Ólavur Asafsson Olsen

Cyrus sum 9 ára gamal.

Nú er lætt at stuðla

Ring 90 56 05 og
tú hevur latið kr. 100
til Føroysku barnahjálpina

Tú kanst eisini stuðla við at nýta PayPal knøttin í bjálkanum omanfyri

Konta í Norðoya Sparikassa
9865-103.480.9