Patience liðug við 6. flokk

Written by runa on 24/08/2021. Posted in Tíðindi

Patience varð koyrd úr skúlanum, tí tey høvdu ikki ráð at gjalda fyri skúlagongdina. Við stuðli úr Føroyum slapp hon aftur í skúla og kann nú fara í 7. flokk.

Patience er miðlingur í einum systkinaflokki upp á trý. Pápi hennara koyrir taxa, men hann drekkur pengarnar upp.

Í eina tíð megnaði mamman at lata børnini sleppa í skúla, men pápi teirra helt á at drekka og brúkti allar pengarnar til alkohol. Tað førdi við sær, at Patience varð koyrd úr skúlanum, hóast hon var ein av bestu næmingunum.

Seinni slapp Patience aftur í skúla við stuðli frá Føroysku barnahjálpini.  Nú hevur hon fullført 6. flokk.  

Takkað verið Føroysku barnahjálpini, gongur hon nú í Junior High Division, sum er 7. til 9. flokkur.

Nú er lætt at stuðla

Ring 90 56 05 og
tú hevur latið kr. 100
til Føroysku barnahjálpina

Tú kanst eisini stuðla við at nýta PayPal knøttin í bjálkanum omanfyri

Konta í Norðoya Sparikassa
9865-103.480.9