Heimasíðan hjá Føroysku barnhjálpini

– Øll kunnu stuðla einum barni

October 23rd, 2019 Posted in Tíðindi

Tað siga Amy Hansen og Súsanna Vang, sum í september millum annað vóru og vitjaðu ein skúla í Kenja, ið er rikin við peningi føroyskum stuðlum gjøgnum Barnahjálpina. Í Góðan Morgun Føroyar greiddu tær frá nøkrum av sínum upplivingum. Sára Jógvansdóttir, sum var við á ferðini, gjørdi innslagið.

Vitjan í londunum, sum Barnahjálpin stuðlar í hevur ómetaliga stóran týdning fyri arbeiðið hjá Barnahjálpini.

Í september mánaða vóru Amy Hansen og Súsanna Vang, saman við Sáru Jógvansdóttir, og vitjaðu skúlan, har børnini ganga, sum fáa stuðul frá føroyskum stuðulsforeldrum gjøgnum Barnahjálpina.

Síðani tær vitjaðu har hava omanfyri hávlthundrað stuðlar aftrat tekna seg fyri at stuðla einum barni.

Tær siga, at sjálvt um børnini, sum ganga í skúlanum, eru fátøk, so sæst tað væl, at tey eru betri fyri enn tey børn, sum ikki ganga í skúla. Tað hevur stóran týdning fyri børnini at vita, at tey hava ein stuðul, siga tær.

Barnahjálpin takkar teimum trimum, Sáru, Amy og Súsonnu hjartaliga fyri stuðulin.

Hoyr sendingina her >>

Myndir: Sára Jógvansdóttir.

Sorry, comments for this entry are closed at this time.