Author Archive
Ferð til Monrovia í Liberia
Tann 6. januar 2008, fara tvey umboð fyri ABC barnahjálp á vitjan í Liberia, har ABC er við í eini verkætlan, sum umfatar bygging av skúla, barnaheimum, matarhøll og læknahølum. Skúlin er føroysk verkætlan, sum verður stuðlað av landsstýrinum.
Við í ferðini verða eisini landsstýrismaðurin í uttanríkismálum og Barbara á Tjaldrafløtti, sum umsitir menningarhjálpina í landsstýrinum. Eisini verða umboð fyri Kringvarpið, sum fara at gera sjónvarpsending um verkætlanina hjá ABC barnahjálp.
ABC barnahjálp rindar ferðina fyri umboðini hjá ABC barnahjálp, og stuðulin frá landsstýrinum til upplýsing um verkætlanina rindar fyri ein part av ferðini hjá Kringvarpinum.
Tað kostar nógv at fara ein slíkan túr, so allur stuðul er kærkomin.
Umframt einstaklingar stuðla hesar fyritøkur ferðini: Christian í Grótinum og Synergi.
Ynskir tú at stuðla ferðini, kanst tú flyta pening á kontu í Eik: 9181 – 160.987.6
Continue Reading | Comments Off on Ferð til Monrovia í Liberia
Børn í Senegal gera jólakort til stuðulsforeldrini
Fyri umleið tveimum mánaðum síðani gjørdi ABC barnahjálp í Föroyum av at royna at skaffa stuðlar til börn í Dakar í Senegal. Avgerðin bleiv tikin í sambandi við vánaligu fíggjarstöðuna í Íslandi, sum eisini rakar ABC barnahjálp har yviri meint. ABC barnahjálp í Føroyum vónar at fáa stuðlar til 100 börn í Senegal. Eftir tveim um mánaðum hevur ta eydnast at fáa stuðul til meira enn 40 börn frá föroyskum stuðulsforeldrum. So ikki sigast annað, enn at tað hevur gingið væl, og tað eru vit inniliga takksom fyri.
Á myndini síggja vit eina íslendska kvinnu, Edda Lina, sum í eina tíð hevur arbeitt fyri ABC barnahjálp í Senegal. Saman við einum av børnunum er hon í ferð við at gera jólakort at senda stuðulsforeldrunum.
Continue Reading | Comments Off on Børn í Senegal gera jólakort til stuðulsforeldrini
ABC barnahjálp hevur brúk fyri tær
Situr tú heima og følir, at tú ert til onga nyttu og at eingin hevur brúk fyri tær longur?
Fell ikki í fátt, tí ABC barnahjálp hevur brúk fyri tínari hjálp! Arbeiðið umfatar nógv ymisk ting, so øll kunnu vera við at hjálpa.
Í løtuni leita vit eftir fólki, sum kann taka sær at umseta tekst úr enskum. Eisini hava vit brúk fyri fólki, ið kunnu gera bússur klárar at seta út í handlarnar. ABC barnahjálp hevur eisini fingið heim stuðulsfløgur, sum skulu koyrast í handlarnar kring langið.
ABC barnahjálp arbeiðir fyri at geva foreldraleysum og fátøkum børnum í tilafturskomnum londum varandi hjálp við skúlagongd og útbúgving.
Fyri at raksturin av skrivstovuhaldinum hjá ABC barnahjálp skal vera so bíligur sum møguligt, roynir ABC at fáa so nógva sjálvbodna hjálp sum yvirhøvur gjørligt.
Um tú ynskir at hjálpa til, kanst tú ringja til ABC barnahjálp á telefon 222585 ella skriva ein teldupost á abc@barnahjálp.fo. ABC barnahjálp hevur postadressu í Klaksvík, postrúm 163.
Continue Reading | Comments Off on ABC barnahjálp hevur brúk fyri tær
Ferð til Liberia
ABC barnahjálp og Uttanríkisráðið fara í januar á eftirlitsferð til Liberia. Við í ferðalagnum verða umboð fyri Kringvarp Føroya, sum gera ferðina í sambandi við evnissendingar, ið ætlanin er at senda komandi ár.
Ynskir tú at veita ABC barnahjálp fíggjarligan stuðul til ferðina, ber til at flyta pening á eina av kontunum nevndar undir rakstur. Merk flytingina “Ferð til Liberia”.
Continue Reading | Comments Off on Ferð til Liberia
Fyri seks krónur kanst tú geva barni vón
Tá vit síggja og lesa um alla neyðina úti í verðini, hava vit kanska ofta lyndi at missa mótið og hugsa, at okkara hjálp munar einki. Men so er ikki. Fyri bert 6 krónur um dagin kanst tú broyta verðina hjá einum barni.
Við at trýsta á lýsingina til høgru “Barn í Senegal” kemur tú inn á eina myndasíðu, har tú kanst velja tær eitt barn at stuðla.
Continue Reading | Comments Off on Fyri seks krónur kanst tú geva barni vón
Ynskir tú at hjálpa til
Um tú ynskir at hjálpa til við arbeiðinum hjá ABC barnahjálp í Føroyum ella Liberia, ert tú vælkomin at seta teg í samband við ABC barnahjálp á telefon 222585.
ABC barnahjálp hevur skrivstovu í Havn og í Klaksvík.
Okkum tørva millum annað hjálp til ymiskt skrivligt arbeiði í sambandi við samskifti við Liberia og Senegal. Nógv av arbeiðinum kann gerast heima á egnari teldu, so hetta er ein góður møguleiki hjá fólki, sum hava tíð til avlops at rætta eina hjálpandi hond og gera eitt innihaldsríkt og virðismikið arbeiði.
Eisini er brúk fyri fólki, ið kunnu skipa fyri og finna uppá stuðulstiltøk.
Continue Reading | Comments Off on Ynskir tú at hjálpa til
Stuðul frá Uttanríkisráðnum
Uttanríkisráðið hevur latið ABC barnahjálp 240.000 krónur í menningarstuðli aftrat til fyrsta byggistig av skúlanum, sum ABC barnahjálp í Føroyum letur byggja nær høvuðsstaðnum Monrovia í Liberia. Skúlin verður bygdur í trimum byggistigum.
Landsstýrið læt í fjør 180.000 UDS, sum roknað varð við, at fyrsta byggistig fór at kosta. Peningurin varð játtaður í dollarum og varð goldin ABC barnahjálp í fýra gjøldum, so hvørt byggingin fór fram. Orsakað av fallinum í virðinum av dollaranum og hækkaðum byggikostnaði, restaði peningur í at gera skúlan lidnan.
Matthew Sakeuh, sum stendur fyri arbeiðinum hjá ABC barnahjálp í Liberia, sigur, at fyrsta byggistig verður klárt at taka í nýtslu í februar.
ABC barnahjálp takkar landsstýrinum hjartaliga fyri stuðulin.
Continue Reading | Comments Off on Stuðul frá Uttanríkisráðnum
Stuðulsforeldur til Senegal
ABC barnahjálp í Føroyum hevur avgjørt at fara undir at stuðla børnum í Senegal. Stuðulin fer til skúlagongd, læknahjálp og dagligar máltíðir.
Børnini eru knýtt at verkætlan í Dakar í Senegal, undir leiðslu av Jose og Marli da Silva. Hesi eri farin undir skipaða skúlagongd í leigaðum hølum fyri børnum, sum ongan møguleika hava fyri at sleppa í skúla. Í løtuni fevnir arbeiðið um:
- umleið 50 børn í forskúla
- meira enn 20 eldri børn, sum fáa goldið skúlagjald
- meira enn 30 børn, sum koma til ítróttartiltøk
Øll børnini fáa morgunmat og eina høvuðsmáltíð um dagin.
Arbeiðið verður í dag lutvíst stuðlað av ABC barnahjálp í Íslandi. Men orsakað av fíggjarkreppuni í Íslandi er trupult hjá teimum at skaffa stuðulsforeldur til øll børnini. ABC Barnahjálp í Føroyum hevur tí sett sær fyri, í fyrstu syftu, at stuðla arbeiðinum í Senegal við at finna stuðulsforeldur til børnini, sum ganga í forskúla.
Frammanundan stuðla føroysk stuðulsforeldur 48 børnum í Liberia gjøgnum ABC barnahjálp í Føroyum.
Les um hvussu tú kanst stuðla undir “Stuðla barni í Senegal”.
Continue Reading | Comments Off on Stuðulsforeldur til Senegal
Skúlin liðugur í februar
Á myndini sæst fyrsta byggistig av skúlanum, sum ABC barnahjálp letur byggja nær Monrovia, høvuðsstaðnum í Liberia. Millum skúlan og gentuhúsið er ein brúgv gjørd á 2. hædd. Brúgvin fer eisini at tæna gentunum sum regnskjól undir regntíðini.
Arbeiðið við at byggja skúlan hevur ligið stilt eina tíð, meðan bíðað hevur verið eftir pengum at gera hann lidnan. ABC barnahjálp væntar at fáa peningin til vega um mánaðarskiftið, septembur, oktobur. Gongur sum ætlað, verður skúlin liðugur í januar ella februar.
Skúlin er ætlaður foreldraleysum og gøtubørnum. Sambært metingum hjá UNICEF eru 250.000 foreldraleys børn í Liberia.
Continue Reading | Comments Off on Skúlin liðugur í februar
Colors of Love
Í samband við, at ABC Barnahjálp í Íslandi í ár hátíðarheldur, at felagsskapurin hevur virkað í 20 ár, varð lagið “Colors of Love” útgivið í Íslandi.
Lagið er sungið av Regínu Ósk, saman við sangarum úr Gospelkóri Reykjavíkur. Tað er Ívar Halldórsson, útvarpsmaður á íslendsku útvarpsstøðini, Bylgjuni, ið hevur skrivað lagið og ognað ABC barnahjálp tað.
Regina Ósk er kend songkvinna og vann hon í ár, saman við Fríðriki Ómar, íslendsku Grand Prix kappingina við sanginum, Það Sem Verður.
Niðanfyri er möguligt at síggja og hoyra Colors of Love, soleiðis sum tað er at finna á YouTube.
Continue Reading | Comments Off on Colors of Love