Heimasíðan hjá Føroysku barnhjálpini

ABC søkir hjálparfólk á ólavsøku

July 17th, 2009 Posted in Uncategorized

Á ólavsøku og vikuskiftið frammanundan, fer ABC barnahjálp at hava ein pylsuvogn standandi við Áarvegin, har Tinghúsvegurin byrjar.

Ætlanin er at selja pylsur og sunkist. Allur vinningurin fer til raksturin av ABC barnahjálp og stuðul til verkætlanirnar í Liberia og Senegal.

Í hesum sambandi hava vit brúk fyri fólki, sum kunnu hjálpa til við at selja. Hvør vakt verður væntandi umleið 3 tímar og koma tvey fólk at vera á hvørjari vakt. Ætlanin er at hava opið nakrar tímar fríggjakvøldið, leygarkvøldið og sunnukvøldið fyri ólavsøku, og síðani ólavsøkudagarnar.

Øll, sum hava hug at hjálpa til kunnu senda eini boð til ABC barnhjalp á andrea@barnahjalp.fo við upplýsingum um navn og fartelefonnummar. Um tit hava serlig ynskir um nær tit vilja selja ella aðrar spurningar, kunnu tit viðmerkja tað.

Tey, ið tekna seg, fáa boð áðrenn ólavsøkuna, um nær tey skulu møta.

ABC barnahjálp

Sorry, comments for this entry are closed at this time.