Stór gáva frá Ein tími um árið

Written by runa on 18/03/2010. Posted in Uncategorized

Mánadagin fekk ABC barnahjálp útvið 60.000 krónur frá hjálparfelagssskapinum Ein tími um árið.
Ein tími um árið er nýggj verkætlan, sum byrjaði sína fyrstu innsavnan 1. februar 2010.

Verkætlanin Ein tími um árið er ein hjálparfelagsskapur, ið byrjaði í Føroyum í juni 2009. Hugskotið aftanfyri er, at Ein tími um árið savnar inn tímalønir og letur hesar til ein viðurkendan hjálparfelagsskap. Hvørt ár velur Ein tími um árið ein nýggjan hjálparfelagsskap og virkar sostatt sum undirleverandør til hjálparfelagsskapir.

Fyrsta innsavningin hjá Ein tími um árið eydnaðist serstakliga væl. Inn komu smáar 100.000 krónur. Av hesum fekk ABC barnahjálp 57.448,00.

Peningurin fer til seks foreldraleys børn í Liberia, sum við hesum fáa skúlagongd í hálvttriðja ár.

40.000 krónur fóru til Kirkjuliga Heimamissiónina, sum stuðul til eina fátæka ommu í Kambodja og hennara 7 ommubørn.

Stigtakari til Ein tími um árið er Ása Andreasen. Hon hevur fingið nógvan stuðul og sparring frá eitt nú systur síni Anniku Andreasen og øðrum.

ABC barnahjálp takkar Ásu og hjálparfólkum hennara so hjartaliga fyri stuðulin. Tað er so gott at fáa eina hjálpandi hond, og ein slík hjálp, sum hendan, ger veruliga mun hjá ABC barnahjálp.

Myndina tók Jens Kristian Vang, myndamaður hjá Sosialinum, tá avtalan um peningin varð undirskrivað á skristovuni hjá Synergi seinasta mánadag. Frá vinstru, Heri Kjærbo, Kirkjuliga heimamissiónin, Rúna Sivertsen, ABC barnahjálp og Ása Andreasen, Ein tími um árið.

Síggj prát við Ásu her.

Nú er lætt at stuðla

Ring 90 56 05 og
tú hevur latið kr. 100
til Føroysku barnahjálpina

Tú kanst eisini stuðla við at nýta PayPal knøttin í bjálkanum omanfyri

Konta í Norðoya Sparikassa
9865-103.480.9