Bárður Lydersen sýnir fram í Reykjavík
June 22nd, 2013 Posted in UncategorizedMyndaframsýningin “Acre of hope – all lives have equal value” læt upp í hølum hjá ABC barnahjálp á Laugavegi 103 í Reykjavík í, fríggjadagin 21. juni.
Tað er myndamaðurin Bárður Lydersen, sum í hesum døgum sýnir fram fotomyndir í Reykjavík, ið vísa fátækradømið í Liberia.
At síggja neyðarsligu umstøðurnar, sum børnini í Monrovia liva undir, hevði sera stóra ávirkan á Bárð, sum nú er farin undir at fyrireika framsýngar, bæði í Føroyum og uttanlands. Við heitinum á framsýningini vil hann vísa á, at vit, sum hava tað so gott, eru akrar av vón hjá hesum neyðars børnum.
Framsýningin heldur fram í dag, og millum kl. 16 og 18 er eisini tónleikakafe við kendum íslendskum tónleikarum. Framsýningin og tónleikakafeirnar halda fram alla komandi viku og fríggjadagin verður tað Jógvan Hansen, sum fer at syngja.
Bárður Lydersen var í Liberia í fjør, har hann vitjaði tey fátækastu økini í høvuðstaðnum Monrovia. Sera sterkt sýna myndirnar fátækradømið í Liberia og hvønn mun hjálpin úr vesturheiminum kann gera fyri børnini har.
Bárður Lydersen er 38 ára gamal og er úr Klaksvík. Hann er giftur við Harriet og tey eiga fýra børn.
Til ber keypa myndirnar, sum eru 40 x 50 cm til støddar.
Skráin fyri tónleikakafeina komandi viku sær soleiðis út:
Mánudagin 24. juni: Páll Rósinkrans
Týsdagin 25. juni: Regína Ósk
Mikudagin 26. juni: Sigríður Thorlacius (óstaðfest)
Hósdagin 27.juni: Íris Lind Verudóttir og Emil Björnsson
Fríggjadagin 28.juni: Jógvan Hansen
Leygardagin 29. juni: Laylow
Sorry, comments for this entry are closed at this time.