Mánakvøldið, 17. juni klokkan 20.00, verður eitt stuðulstiltak í KFUM & K í Klaksvík fyri arbeiðið í Liberia.
Vit vísa dokumentarfilmin, Pray The Devil Back to Hell, sum sýnir stríðið hjá liberiskum kvinnum fyri at fáa frið í landinum.
Filmurin hevur fingið fleiri virðislønir.
Øll eru hjartaliga væl komin.