Heimasíðan hjá Føroysku barnhjálpini

Jólagávur til børn í Nigeria

January 1st, 2023 Posted in Tíðindi

Tann 21. desember samlaði starvsfólkið í Nigeria øll stuðulsbørnini og foreldur teirra til eina jólaveitslu. Øll fingu gávu og mat heim við til familjuna fyri pengarnar, sum komu inn til jólagávur. Foreldrini vóru so hjartaliga glað og eru sera takksom fyri føroysku stuðlarnar.

Hvørt ár samlar Føroyska Barnahjálpin inn pengar til jólagávur til børnini, sum fáa stuðul gjøgnum Barnahjálpina. Tað er ein gleði at síggja, hvussu fegin fólk vilja stuðla. Peningurin, sum kom inn, varð sendur til londini í desember, soleiðis at møguleiki var at geva børnunum gávur til jólar.

Føroyska Barnahjálpin er sera takksom fyri stuðulin, sum ger tað møguligt at gleða hesi børninum, sum annars liva í fátækradømi og tí ikki eru von við at fáa gávur.

Sorry, comments for this entry are closed at this time.