Heimasíðan hjá Føroysku barnhjálpini

Stuðulskonsert í Løkshøll

April 3rd, 2022 Posted in Tíðindi

Leygardagin 9. apríl klokkan 16:00, verður stór stuðulskonsert í Løkshøll til frama fyri Føroysku Barnahjálpina og Ukraine. Konsertin er í sambandi við, at tað eru liðin 15 ár, síðani Barnhjálpin varð stovnað. Helvtin av innkomna peninginum fer til hjálp til neyðstødd børn Ukraine.

Stór stuðulskonsert í Løkshøll fyri Barnahjálpina og børnum Ukraine – Keyp atgongumerki her

Til ber eisini at stuðla í sambandi við konsertina á kontu í Norðoya Sparikassa – konta 9865 – 3113951. Helvtin av stuðlinum fer til stuðul til neyðstødd børn í Ukraine. Hin helvtin fer til menningararbeiðið hjá Barnahjálpini í Liberia, Senegal, Filipsoyggjunum, Nigeria og Pakistan. Viðmerk flytingina stuðulstiltak. 

 Millum luttakarnar verða, Lena Andersen & Niclas Johannesen, Ólavur á Váli Olsen, Herborg Torkilsdóttir, Kim Hansen, Jens Marni Hansen, Signar í Homrum, Asta Højgaard & Pætur við Keldu, Dreingjakórið undir Brúnni, Jona á Váli Olsen & Ása Helena Brynjarsdóttir og Ingi Poulsen. Vertur fyri konsertini verður Ásbjørn Berthelsen. Øll hesi stuðla konsertini við at luttaka ókeypis. 

Á konsertini verða burturlutaðir tríggir góðir vinningar, harímillum ein ferð fyri tvey við bili við Norrønu. 

Barnahjálpin 15 ár

Ætlanin var at hava eina stuðulskonsert í desember í fjør, á sjálvum 15 ára stovningardegnum hjá Føroysku Barnahjálpini. Korona gjørdi, at konsertin mátti útsetast. Síðani er kríggj brostið á í Ukraine og nevndin hevur gjørt av, at helvtin av inntøkunum av konsertini skulu latast til hjálp til neyðstødd børn í Ukraine. Tað er Angelina Johannesen, sum er úr Kharkiv í Ukraine, sum er millumfólk millum Barnahjálpina og móttakararnar av hjálpini. Hon hevur samband við fleiri fólk í Ukraine, sum taka sær av foreldraleysum børnum. 

Frágreiðing frá Ukraine og Nigeria

Á konsertini fer Angelina at greiða stutt frá støðuni í Ukraine. Eisini kemur Ijeoma Akpu, sum er úr Nigeria, at greiða frá um støðuna í heimlandi sínum. 

Fyriskipað konsertina hava Charlotta og Ólavur á Váli Olsen. 

Atgonumerki til konsertina á 250 kr. kunnu keypast á loksholl.fo

Nevndin fyri Føroysku Barnahjálpina

Rúna Sivertsen, forkvinna

Andrea Niclasen, næstforkvinna og skrivari

Charlotta á Váli Olsen, peningarøkil

Ólavur Asafsson Olsen

Ijeoma Akpu

Sorry, comments for this entry are closed at this time.