Heimasíðan hjá Føroysku barnhjálpini

Stuðla rakstrinum

Í sambandi við virksemið hjá Føroysku barnahjálpini, royna vit at fáa fyritøkur at lata fastan fíggjarligan stuðul til raksturin hjá felagsskapinum.

Virksemið er vaksið nógv seinastu árini og økir tað um krøvini til raksturin.

Nevndin hevur tí gjørt av at taka 7 prosent av innkomnum stuðli til raksturin. Umframt kemur nakað av peningin inn frá fyritøkum og einstaklingum beinleiðis til raksturin. 

Haldgóð og varandi hjálp

Eitt av loysnarorðum hjá Føroysku barnahjálpini er, at barn, ið fær hjálp til útbúgving, vinnur av tí restina av lívinum.

Sambært tølum hjá UNICEF eru 250.000 foreldraleys børn í Liberia. Uttan hjálp uttanífrá hava hesi børn lítlar vónir um skúlagongd og útbúgving. Føroyska barnahjálpin ynskir við hesi verkætlan at geva so nógvum av hesum børnum, sum yvirhøvur gjørligt, møguleika til skúlagongd og útbúgving.

Um fyrtøka tín ynskir at stuðla Føroysku barnhjálpini, ber til at flyta pening á eina av kontunum, ið nevndar eru niðanfyri. Minst til at merkja flytingina ”Rakstur”.

Konto-upplýsingar eru at finna her.