Heimasíðan hjá Føroysku barnhjálpini

Stuðul frá børnum í skúlanum Argjahamri

January 2nd, 2022 Posted in Tíðindi

Sjeyndu flokkar á Argjahamri savnaðu í fjør pening inn til Barnahjálpina og Barnabata. Barnahjálpin sendi peningin, 18.500 kr., til Filipsoyggjarnar, har tey hava bygt tvey flokshølir aftrat fyri peningin.

Dimmalætting skrivar, 21. desember 2021, grein um stuðulstiltakið hjá børnunum í Skúlanum á Argjahamri, soleiðis:

“Í fjør samlaðu 7. a og 7. b í skúlanum á Argjahamri pening inn til Barnahjálpina og Barnabati. Barnahjálpin sendi peningin til ein skúla á Filipsoyggjunum, sum hevur bygt tvær nýggjar skúlastovur fyri pengarnar,

Núverandi 8. flokkarnir í skúlanum á Argjahamri savnaðu í fjør pening inn til Barnahjálpina og Barnabati. Samlaða upphæddin gjørdist 37.000 krónur, sum vórðu býttar í tvey: Barnabati fekk 18.500 krónur til børn í Føroyum, ið liva í fátækaraváða og Barnahjálpin fekk 18.500 krónur, sum skuldi brúkast til fátæk børn í menningarlondum.

Barnahjálpin sendi peningin til ein skúla á Filipsoyggjunum, sum hevur bygt tvær nýggjar skúlastovur fyri peningin, sum flokkarnir í skúlanum á Argjahamri savnaðu inn.

Skúlin í Filipsoyggjunum, sum fekk peningagávuna, hevur nú sent 7. flokkunum (núverandi 8.flokkunum, red.) eina jólaheilsan og eina hjartans tøkk fyri gávuna. Skúlin skrivar millum annað soleiðis í jólaheilsuni til flokkarnar á Argjum:

“Vit eru sera glað og kenna okkum signaði fyri tykkara stuðul til okkara skúla. Peningurin, sum tit góvu, er brúktur til at byggja tvær skúlastovur í okkara nýggja skúlabygningi.

Hetta hevur verið ein stór hjálp fyri okkara skúla, og nú fara okkara næmingar at vera enn meira eldhugaðir at ganga í skúla í hesum góðu hølum”, stendur millum annað í jólaheilsanini frá skúlanum í Filipsoyggjunum.”

Stóra takk til hjálpsomu børn á Argjum fyri stuðulin.

Sorry, comments for this entry are closed at this time.