Ein av skúlunum hjá ABC Children’s Aid á Filipsoyggjunum, sum Føroyska barnahjálpin samstarvar við, fekk skaða, tá ódnin Rai herjaði har um miðjan desember.

Ódnin Rai, sum rakti Filipsoyggjarnar um miðjan desember, hevur gjørt stóran skaða á ein skúla hjá ABC Children’s Aid, sum Føroyska barnahjálpin samstarvar við.
Tíbetur fekk eingin av børnunum ella starvsfólkunum skaða. Teimum tørvar pening til at umvæla og byggja uppaftur. Ynskir tú at stuðla, kanst tú flyta pening á kontu í Betri Banka 9181 – 160.987.6.




