Síðani í 2008 hava føroyingar gjøgnum Føroysku barnahjálpina stuðlað nógvum børnum í Liberia. Fleiri teirra eru foreldraleys og hava einki netverk, sum kann hjálpa teimum.  Tí royna vit at hjálpa okkara ungu at fáa eina útbúgving, sum kann gera tað lættari hjá teimum at standa á egnum beinum.

Arbeiðsloysið í Liberia er stórt og tí er ringt at fáa arbeiði, sjálvt um man er liðugur við high-school.

Thompson Samuel er 22 ára gamal. Hann var 11 ára gamal, tá hann saman við lítlabeiggja sínum kom á barnaheimið hjá Barnahjálpini at búgva. Teir høvdi mist bæði foreldrini í 2003 í borgarakrígnum.

Hesi seinnu árini hava teir búð saman á einum kamari hjá einum eldri beiggja og hjálpt til í handlinum hjá honum. Thompson er liðugur við highschool og ynskir at útbúgva seg víðari innan KT.

Útbúgvingin tekur 3 ár og kostar áleið 30.600 kr, tað er ca. 850 kr um mánaðin, tá er telda og leiga fyri eitt kamar íroknað. Honum tørvar fíggjarliga stuðul til útbúgvingina.

Eisini ber til at tekna seg fyri at gjalda ein part av útbúgvingini. 

Um onkur er, sum ynskir at stuðla útbúgvingini hjá Thompson, eru tit vælkomin at skriva til andrea@barnahjalp.fo

 

 

Search

About

Lorem Ipsum has been the industrys standard dummy text ever since the 1500s, when an unknown prmontserrat took a galley of type and scrambled it to make a type specimen book.

Lorem Ipsum has been the industrys standard dummy text ever since the 1500s, when an unknown prmontserrat took a galley of type and scrambled it to make a type specimen book. It has survived not only five centuries, but also the leap into electronic typesetting, remaining essentially unchanged.

Gallery