Heimasíðan hjá Føroysku barnhjálpini

Hjálpin til skúlating ger mun

August 4th, 2018 Posted in Tíðindi

 

Við skúlaársbyrjan í 2017 varð byrjað upp á eina verkætlan í Liberia, sum hevði til endamáls at hjálpa børnunum, sum fáa stuðul úr Føroyum gjøgnum Føroysku barnahjálpina, við skúlatingum.

Tað var Hilda Viderø, sum er verkætlanarleiðari í Liberia, ið byrjaði við hesi verkætlan, og í januar í 2018 játtaði Uttanríkisráðið 40.000 krónur til verkætlanina.

Í apríl 2018 vóru Rúna Sivertsen og Ólavur Asafsson Olsen, nevndarlimir, saman við Hildu Viderø,
verkætlanarleiðara, og vitjaðu í verkætlaninar í Liberia. Tað var ein gleði at síggja øll børnini, sum, saman við starvsfólkunum, høvdu fyrireikað móttøku fyri okkum á bókasavninum.

Vit síggja ein týðiligan mun fyri menningina hjá børnunum, sum koma á bókasavnið.

Á bókasavninum læra tey eisini at binda og annað handaligt arbeiði. 

 

Martin Tutu, leiðari á bókasavninum, skrivar soleiðis:

“Hugskotið við einum bókasavni er sera gott fyri okkara børn og teirra foreldur.

Her kunnu tey samlast aftaná skúlatíð og fáa hjálp til skúlating og annars spæla og hava tað stuttligt. Sera nógv børn møta her hvønn dag, og longu síggja vit, at teirra karakterir í skúlanum batna.

Meira enn 75 prosent av børnunum hava fingið viðurkenning frá skúlunum.

Vit eru sera takksom fyri bókasavnið. Tað vísir seg eisini at hjálpa til við samarstarvinum millum foreldrini og okkum, og eisini kunnu vit nú fylgja við menningini av børnunum og koma at kenna teirra styrkir.

Sum leiðari her, eri eg sera glaður fyri at hava fingið møguleikan at arbeiða við børnum, sum koma frá so ymiskum støðum. Børnini møta væl upp, og tað er tað, sum gleðir meg mest. Saman við børnunum fari eg at leggja serligan dent á, at hetta kann halda fram við at virka so væl.”

 

Fígging:
Higartil hava vit brúkt góðar 30.000 av játtanini frá landsstýrinum. Peningurin er eitt nú brúktur til innbúgv, tøkni og bøkur. Ætlanin er í heyst at keypa fleiri bøkur til bókasavnið umframt tilfar til hjálp til skúlating.

Mál:
Eitt av málunum hjá Føroysku barnahjálpini hevur verið at menna barnaheimsbørnini og tey ungu, sum vit hava havt fulla ábyrgd fyri síðani á vári 2010 til sjálvbjargni.

Martin, sum er leiðari á bókasavninum í dag, er ein av hesum ungu, sum vit útbúgva til at taka við ábyrgd og leiðslu.

Tað er gleðiligt at síggja, hvussu tey mennast og nú eru før fyri at hjálpa sínum egnu børnum og ungu áleiðis til eina sjálvstøðuga vaksnamannatilveru.

Við hesari verkætlan er Føroyska Barnahjálpin við til at tryggja sosial framstig og menning millum nøkur av teimum fátækastu børnunum í heiminum.

 

 

 

At stuðla einum barni til at sleppa í skúla, ger stóran mun, ikki bara fyri teirra egna lív, men fyri samfelagið, tey liva í. Solomon Sumo hevur fingið stuðul frá Barnahjálpini síðani 2009. Hann var barnasoldatur og lesur nú til lærara. 

 

Sorry, comments for this entry are closed at this time.