Heimasíðan hjá Føroysku barnhjálpini

Framtíðin hjá børnunum er trygg

February 14th, 2011 Posted in Uncategorized

Tað er eingin ivi um framtíðina hjá børnunum í Liberia, sum føroyingar longu í rúma tíð hava stuðlað gjøgnum ABC barnahjálp. Børnini ganga í skúla í Monrovia. Tey eru trygg og hava tað gott

Tíðindaskriv

Hóast ABC barnahjálp hevur rent seg í trupulleikar í sambandi við bygging av skúlanum uttan fyri Monrovia, er eingin ivi um framtíðina hjá liberisku børnunum, sum verða stuðlað av føroyskum stuðulsforeldrum.

Dimmalætting skrivaði leygardagin, at framtíðin hjá børnunum er óviss. Men tað er ikki rætt. Børnini fara framhaldandi at fáa stuðul frá ABC barnahjálp.

ABC barnahjálp hevur rent seg í trupulleikar í sambandi við byggingina av skúlanum, og hesar royna vit nú at loysa. Men líka mikið hvat endin verður av tí ósemjuni, so fer fer ABC barnahjálp framhaldandi at taka sær av børnunum og tryggja teimum góð lívskor, skúlagongd og útbúgving. Børnnini búgva í góðum leigaðum hølum og ganga í skúla í býnum. Seks vaksin fólk eru um tey og taka sær av teimum og ABC barnahjálp hevur samband við tey dagliga. Hilda Viderø er settur leiðari fyri verkætlanini í Liberia. Hon vitjar javnan í Monrovia fyri at tryggja, at børnini hava tað gott og at peningurin verður brúktur til tað, sum hann er ætlaður til.

Endamálið hjá ABC barnahjálp er fyrst og fremst at útvega fátækum børnum í menningarlondum varandi hjálp við skúla, útbúgving og læknahjálp. Og hóast vit hava rent okkum ímóti, so sleppa vit ikki endanum av tí orsøk. Í løtuni stuðla føroysk stuðulsforeldur 34 børnum og ungum í Monrovia í Liberia og umleið 80 børnunum í Dakar í Senegal.

Sorry, comments for this entry are closed at this time.