Heimasíðan hjá Føroysku barnhjálpini

Ein tími um árið stuðlar ABC barnahjálp

February 6th, 2011 Posted in Uncategorized

 

 

 

 

Aftur í ár fær ABC barnahjálp stuðul frá átakinum, Ein tími um árið. Tað verða seks børn í Liberia, sum fáa stuðulin. Ì fjør fekk ABC barnahjálp útvið 65.000 við hesum einastandandi tiltaki

 

Tíðindaskriv    

                                                                                                   

Átakið Ein tími um árið hevur nú gjørt av, hvørjar verkætlanir tey ynskja at stuðla í ár.

Tær fyrstu 30.000 krónurnar í tímalønum fara til Rumenia verkætlanina hjá Tekniska Skúla við Bjarna Prior. Næstu tímalønirnar fara til “okkara” børn í Liberia, sum ABC barnahjálp, sum tekur sær.

 

Av ávísum ørsøkum eru fimm av teimum seks børnunum, sum ABC barnahjálp í fjør valdi út at fáa stuðulin frá Ein tími um árið, ikki longur undir veingjabreiði ABC barnahjálpar. Bara 13 ára gamli Wilfred er eftir. Tí hevur verið neyðugt at velja fimm onnur børn og ung út, sum nú njóta gott at stuðlinum, sum kom inn í fjør frá Ein tími um árið. Stuðulin í fjør var yvir 64.000 krónur. Hesin stuðul kom sera væl við hjá ABC barnahjálp.

 

ABC barnahjálp harmast um børnini, sum vit ikki longur náa, men vit gleðast um tey, sum vit hava møguleika at hjálpa. Børnini og tey ungu undir veingjabreiði ABC barnahjálpar hava tað gott og trívast væl. Tey eru ógvuliga glað og takksom um hjálpina, tey fáa úr Føroyum.

 

Stuðulin, sum kom inn frá Ein tími um árið í fjør røkkur til seks børn í umleið 2½ ár. 

 

Børnini búgva í góðum íbúðum í Monrovia, sum  ABC barnahjálp leigar. Tey hava tað gott og trívast væl.

 

Tey smærru børnini rokna við verða hjá ABC minst 10 ár. Tey størru fara helst at klára seg sjálvi nakað fyrr, men vit vænta at tey verða longur enn 2½ ár. 20 ára gamla gentan skal hava eina útbúgving, men enn gongur hon í skúla.

 

ABC barnahjálp ansar væl eftir, at allur stuðul verður nýttur til rætta endamálið. Hilda Viderø vitjar javnan í Liberia. Í fjør var hon tvær ferðir og vitjaði børnini og aftur í januar í ár var hon í Liberia í eina lítla viku. Ætlanin er at vitja aftur í Liberia einaferð í summar.

 

ABC barnahjálp takkar hjartaliga fyri stuðulin og ynskir Ein tíma um árið góða eydnu við tiltakinum.

 

Les meira um átakið Ein tími um árið á www.eintimi.com

 

Myndatekstur:

 

Tey seks børnini og ungu, sum Ein tími um árið stuðlar.  

Frá vinstru:

Blessing Andrew, fyllir 11 ár 1. mai.

Marthalyn Juasemia, 20 ára gomul.

Wilfred Johnson, fyllir 14 ár 15. juli

Rachael Clarke, fyllir 11 ár 27. februar

Eddie Blayee, fyllir 5 ár 26. apríl

Jacob Blayee, fyllir 5 ár 26. apríl

 

Sorry, comments for this entry are closed at this time.