Heimasíðan hjá Føroysku barnhjálpini

Mistu mann og pápa

August 2nd, 2021 Posted in Tíðindi

Síðani 2012 hava vit í Barnahjálpini havt samband við Karuna Kumari Kalva og mann hennara, John Hus. John leið av tuberkulose og lungnabruna, og 26. mai doyði hann brádliga av einum hjartatilburði. Eftir sita Karuna og tvær døtur.

Karuna og John hava í nógv ár gjørt eitt stórt arbeiði millum tey allar fátækastu í Vinukonda í Guntur økinum í sunnalaga í India. Nógv har liva av at samla burturkast. Karuna og John hava saman við døtrum sínum ótroyttilig roynt at bøta um umstøðurnar hjá hesum fólkum við at býta út mat, klæðir og heilivág. Eisini hava tey undirvíst børnum og lært tey at lesa, skriva og rokna. Barnahjálpin hevur síðani í 2015 stuðla teimum fíggjarliga.

Nú John er farin, stendur Karuna einsamøll við stórum avbjóðingum.

Karuna skrivar:

– Eg gjørdist tunglyngt, og døtur mínar syrgdu. Vit høvdu ikki fíggjarligan stuðul eftir hetta. Sambært siðum her, kundi eg ikki fara frá heiminum í tríggjar mánaðir eftir, at maður mín doyði. Eg eri sera stúrin um framtíðina hjá døtrunum hjá mær.

Eldra dóttirin, Yvonne Shiny, lesur verkfrøði á triðja ári. Hon ynskir síðani at taka eina master. Hon vil gera vælgerandi arbeiði fyri børn og einkjur í fátækradømi, við at útvega teimum mat og innivist. Biðið fyri, at hon kann fullføra lesturin.

Yngra dóttirin, Jennifer, ynskir at gerast lækni, men læknaútbúgvingin er dýr. Biðið fyri hennara útbúgving. Jennifer er eisini áhuga í sosialarbeiði. Eg havi lært børnini hjá mær, at tað er stór gleði í at hjálpa øðrum.

Eg hugsi, at eftir at maður mín doyði, mugu børnini stuðla mær í missiónsarbeiðinum. Ynskja tær tað, mugu tær fara á bíbliuskúla.

Um Gud vil og gevur okkum tað, sum skal til, so ynski eg senda tær til Moody Bible College, sum er í USA. Tær eru áhugaðar í at fara har.

Ynskir tú at stuðla Karunu og døtrunum, kanst tú flyta pening á kontu í Norðoya Sparikassa. Merk flytingina India. Ynskir tú at stuðla útbúgvingini hjá døtrunum, kanst tú merkja flytingina við teirra navni.

Sorry, comments for this entry are closed at this time.