Koronastøðan í Pakistan vekir ótta og stúran um fíggjarkreppu og arbeiðsloysi hjá nógvum familjum.  Fleiri eru tvungin at at senda børnini til arbeiðis fyri at fáa mat á borðið.

Nógv foreldur og verjar hjá børnum missa arbeiði, og noyðast at taka fyrifallandi arbeiði fyri at fáa fíggjarviðurskiftini at hanga saman.

Vit hava tosað við tey í Pakistan fyri at kanna, hvat kann gerast fyri at fyribyrgja, at okkara næmingar enda á arbeiðsmarknaðinum sum barnaarbeiðarar.

Ein loysn fyri at lætt um fíggjarliga trýstið á foreldrini og verjar, kundi verið at bjóða børnunum eina máltíð á skúlunum. Sambært okkara meting hevði ein máltíð um dagin til 120 – 140 næmingar kostað góðar 6000 um mánaðin.

Føroysk stuðulsforeldur stuðla børnum í tveimu skúlum í Pakistan. Skúlarnir eru í Gujranwala og Farooqabad.

Ynskir tú at stuðla við pengum til máltíðir til børn, sum ganga í skúla, kanst tú flyta pening á kontu í BankNordik 6460-177.709.4

Search

About

Lorem Ipsum has been the industrys standard dummy text ever since the 1500s, when an unknown prmontserrat took a galley of type and scrambled it to make a type specimen book.

Lorem Ipsum has been the industrys standard dummy text ever since the 1500s, when an unknown prmontserrat took a galley of type and scrambled it to make a type specimen book. It has survived not only five centuries, but also the leap into electronic typesetting, remaining essentially unchanged.

Gallery