Hanna og Pætur vitjaðu Cherry

Written by runa on 25/09/2016. Posted in Tíðindi

crossing-a-narrow-bridge-on-the-way-to-cherrys-house-andreasen-familys-sponsored-child-in-manapla-school

Gudni og Jørgen, Hanna og Pætur hava vitjað gentuna, sum tey stuðla. Hon eitur Cherry og býr á Filipsoyggjunum

Í døgunum 9. til 12. septembur vitjaðu Jørgen, Gudni, Hanna og Pætur Andreasen The Light Christian Academies í Negros Occidental á Filipsoyggjunum.

Gudni, Jørgen og børnini búgva í løtuni í Manila á Filipsoyggjunum meðan Jørgen røkir arbeiðisuppgávur har.

Familjan stuðlar Cherry, sum er ein næmingur í The Light Christian Academy í Manapla. Tey gjørdu av at vitja Cherry fyri at gera eitt sindur buturúr, at hon nú skjótt hevur føðingardag. Cherry og familja hennara vóru ógvuliga glað og spent um hesa serstøku vitjan, og Cherry var eisini so glað og takksom fyri føðingardagsgávurnar, ið hon fekk.

Ímeðan familjan Andreasen vóru í Negros Occidental, vitjaðu tey eisini skúlar í Binalbagan, Bacolod og Manapla.

Barnahjálpin ynskir at takka hesi fittu familjuni fyri, at tey tóku sær tíð til vitjanina, sum var serstaka eggjandi fyri næmingar, starvsfólk og lærararar.

Kelda og myndir: http://abcchildrensaidph.org/andreasen-family-visit-schools-in-negros-occidental-philippines/

Umsett úr enskum hevur Rúna Jógvansdóttir Hansen.

Ynskir tú at stuðla barni, trýst so á Stuðla í bjálkanum omanfyri og fá meira at vita.

andreasen-family-visiting-surrounding-community-in-binalbagan andreasen-family-with-cherrys-family-outside-their-housegudni-hanna-paetur-in-cherrys-house jorgen-praying-with-students-and-staff-in-bacolod-schooljorgen-hanna-paetur-enjoy-playing-volleyball-with-students-in-binalbagan-school andreasen-family-with-students-staff-and-teachers-in-binalbagan-school

 

 

Nú er lætt at stuðla

Ring 90 56 05 og
tú hevur latið kr. 100
til Føroysku barnahjálpina

Tú kanst eisini stuðla við at nýta PayPal knøttin í bjálkanum omanfyri

Konta í Norðoya Sparikassa
9865-103.480.9