Heimasíðan hjá Føroysku barnhjálpini

Joe er heppin

September 20th, 2016 Posted in Tíðindi

joe

Joe er heppin, tí hann hevur fær stuðul úr Føroyum og gongur nú í skúla.

Í Rockhole í høvuðstaðnum Monrovia í Liberia eru nógv børn, ið stríðast og strevast fyri at lívbjarga sær og familjuni. Joe var ein av teimum, men nú hevur hann fingið stuðul úr Føroyum, soleiðis at hann kann ganga í skúla og kann fáa eina útbúgving.

Við at stuðla børnum í Liberia, kanst tú vera við til at sleppa teimum undan hesum tunga arbeiðinum. Vilt tú stuðla einum av hansara vinum í Rockhole, kanst tú skriva til okkara á andrea@barnahjalp.fo. Um tú vilt vita meira, kanst tú ringja til Hildu Viderø á tlf. 222085.

joe5

Sorry, comments for this entry are closed at this time.