Lítli vinur
January 19th, 2012 Posted in Uncategorized
Fyri nøkrum døgum síðani fekk ABC barnahjálp hendan sangin til ognar frá Petur Háberg Jacobsen. Petur hevur gjørt bæði orð og lag og dóttir hansara, seks ára gamla Beinta syngur.
Petur sá eina sending um Liberia, sum rørdi hansara hjarta og hann skrivaði sangin, sum hann kallar Lítli vinur.
Orð og lag: Petur H. Jacobsen
Hví er so grønt her og hví er luftin blá Hví er so gott her og hví er einki stríð Hvar so er fari í heimi finni eg børn í hungri og deyð á gøtuni Tað skeer í hjarta tey gráta hungrandi Góði Gud í Himli Hjálp OKKUM at rættað hond Hjálp til ein er hjálp í neyð munar eini sál Mangan verður sagt hvat nýttar hjálp til ein Byrjað vit við eini sál hjálpin fullgjørd er TÚ og EG vit rættað hond mett tá øll í verðOgnaður til ABC barnahjálp Føroyar, 11. januar 2012
Sorry, comments for this entry are closed at this time.