Heimasíðan hjá Føroysku barnhjálpini

Tøkk úr Liberia

August 11th, 2021 Posted in Tíðindi

Titus og Ishmael eru tveir af fýra beiggjum, sum plagdu at ganga hús úr húsi at hjálpa familjum við húsligum uppgávum, fyri at fáa mat hvønn dag. Eftir, at pápi teirra gjørdist lamin í ferðsluóhappi, flutti mamman út, og læt synirnar eftir hjá pápanum, sum ikki fekk gingið. Hon segði, at hon var troytt av at vera um hann, sum ein trælur hjá honum og børnunum alt lívið.

-Tá eg einaferð vitjaði vinkonu mína, segði hon mær um hesar dreingirnar. Vit tóku teir inn í skipanina hjá Barnahjálpini í 2017. Tá gingu teir í barnagarði. Tveir teir eldru  gingu í skúla, men fóru úr skúlanum eftir at pápi teirra fekk skaða. Seinstu fýra árini hevur barnahjálpin stuðlað hesum børnunum, sigur Florence K. Goannu, leiðari hjá Føroysku barnahjálpini.

Tey fyrstu tvey árini vóru umstøðurnar heima harðar fyri dreingirnar, við lítið av mati og bert einari máltíð í skúlanum, sum vit skaffaðu teimum. Vit hjálptu pápanum meðan hann spakuliga kom fyri seg. Maðurin á myndini er pápi teirra. Hann er nú púra frískur og tekur sær av synunum.

Ishmael og Titus ganga í 1. flokki, og beiggjar teirra, Emmanuel og Trokon, ganga í 3. og 4. flokki. Teir vóru ikki við til hátíðarløtuna hendan dagin, tá beiggjarnir blivu heiðraðir. Í Liberia gera tey nógv burturúr, tá børnini hava staðið eitt ár í skúlanum.

Florence endar við at siga: ”Takk góði Gud fyri varðveitslu. Takk til Barnahjálpina og stuðlarnar fyri stuðulin. Enn einaferð takk!”.

Sorry, comments for this entry are closed at this time.