Um arbeiðið í Senegal
July 3rd, 2011 Posted in UncategorizedJose og Marli við børnum sínum, Jemima, Zucki og Jonatas
Hjúnini Marli og Jose hava arbeitt í Senegal í 20 ár, so tey hava drúgvar royndir har. Tað eru tey, sum taka sær av arbeiðinum hjá ABC barnahjálp í høvuðsstaðnum Dakar, sum byrjaði í 2008.
Føroysk stuðulsforeldur stuðla umleið 70 av teimum 150 børnunum, sum ganga í skúla hjá ABC barnahjálp í Senegal. Børnini koma frá sera fátøkum familjum, sum ikki hava ráð at lata børn teirra í skúla.
Á heimasíðuni hjá Marli og Jose kanst tú lesa um arbeiði teirra og síggja myndir av børnunum.
Hvønn mánaða sendir ABC barnahjálp í Føroyum á leið 17.000 krónur til børnini í Senegal.
Hevur tú hug at gerast stuðusforeldur hjá barni í ABC skúlanum í Senegal, kanst ringja á telefon 222585 ella skriva til abc@barnahjalp.fo
Slóð til heimasíðuna: http://www.missoesemafrica.com
Sorry, comments for this entry are closed at this time.