Heimasíðan hjá Føroysku barnhjálpini

Ein tími um árið stuðlar ABC

January 10th, 2010 Posted in Uncategorized

Stuðulsátakið Ein tími um árið hevur gjørt av at stuðla ABC barnahjálp í ár. Hugskotið til verkætlanina kom er frá 2004, tá stóra flóðaldan rakti stóran part av londunum í Stillahavinum. Stigtakari til verkætlanina er Ása Andreasen. Hon hevur fingið nógvan stuðul og sparring frá eitt nú systur síni Anniku Andreasen o.ø.

Á heimasíðuni hjá Ein tími um árið, skrivar Ása millum annað: Eingin stór vanlukka er hend júst nú, men støðan hjá stórum pørtum av fólkunum á jørðini, er framvegis vánalig. Sera vánalig. Vit orka bara ikki at hugsa um tað. Um man mynda-googlar td. “poverty+child”, so kemur man fram á sera óhugnaligar myndir. Ein eg kom fram á, var av einum eittára gomlum barni, ið lá á vegnum. Púra niðurundirkomið, orkaði ikki at flyta seg. Eini 2-3 metrar harfrá, stóð ein stórur gribbur, bíðaði til tað var serverað….. 

Víðari sigur Ása: Ein tími um árið er ikki tíðarkrevjandi. Tað tekur faktiskt nærum onga tíð. Tankin er, at tú skalt bara fara til arbeiðis, gera tað tú ert best til, gera títt arbeiði. Tann eina tíman um árið, er so hugsanin, at lønin skal fara til ein hjálparfelagsskap. Tað er hetta verkætlanin “Ein tími um árið” gongur út uppá. Fyri at fáa nógv fokus á verkætlanina, fyri at fáa so nógv fólk við í verkætlanina og harvið fyri at fáa so nógvar pengar inn sum gjørligt, er tankin, at vit øll skulu arbeiða tann sama tíman fyri verkætlanina.

Les meira um verkætlanina á www.eintimi.com

ABC baranhjálp sigur Ásu og átakinum Ein tími um árið hjartaliga takk fyri stuðulin.

 

 

Sorry, comments for this entry are closed at this time.