Sjónavarpssending um verkætlanina í Liberia
April 13th, 2009 Posted in UncategorizedLeið meg til Amerika er heitið á sjónvarpssending, sum Kringvarpið sendi hóskvøldið 16. apíl 2009. Sendingin er partur av temasending við heitinum Føroyar og 3. heimurin…
Síggj sendingina her >>
Eitt sjónvarpslið fylgir í hølinum á føroyska ferðalagnum, sum í januar var og vitjaði verkætlanina hjá ABC barnahjálp í Liberia.
Í sendingin fær hyggjarin innlit í tær mongu avbjóðingar, sum tey, ið bjóða seg fram at veita menningarhjálp, møta á ferðini. Samstundis fáa vit innlit í fortíð, lív og vónir hjá teimum, sum fara at fáa ágóðan at føroysku menningarhjálpini.
Saman við umboðunum fyri ABC Barnahjálp í Føroyum og Íslandi vóru eisini Barbara á Tjaldrafløtti, fulltrúi í uttanríkisráðnum, og Jørgen Niclasen, landsstýrismður við uttanríkismálum. Landskassin hevur latið meira enn eina millión krónur til at byggja skúlan, sum er ætlaður til meira enn 500 børn, og man hettar vera størsta føroyska menningarverkætlanin í Føroyum higartil.
Í sendingin møta við Opheliu, sum er eitt av 60 børnum, sum hava fingið vón um eitt nýtt lív. Tey eru tey fyrstu, sum eru flutt inn á skúlaøkið hjá ABC Barnahjálp, sum liggur beint uttanfyri Monrovia, høvuðsstaðin í Liberia.
Tá Ophelia Dolo var 10 ára gomul varð hon tvingað í kríggj. Hon varð noydd at stríðast fyri sama uppreistrarher, sum týndi alla hennara familju í einum av teimum ræðuligastu kríggjunum í Afrika. Seks ár eftir at kríggið endaði droymir Ophelia um at sleppa til Amerika, sum í hennara verð er ímyndin av himmiríki á jørð.
Dánjal Højgaard, journalistur, hevur lagt til rættis. Femja Petersen, miðlatøkningur, hevur gjørt upptøkurnar og klipt sendingina.
Sendingin er knappan tíma long og verður send sum partur av einum temadegi í Kringvarpi Føroya 16. apríl, har evnið er Føroyar og 3. heimurin. Eftir sendingina fara Rúna Sivertsen, formaður í ABC Barnahjálp í Føroyum, og Barbara á Tjaldrafløtti, fulltrúi í uttanríkisráðnum at svara spurningum um menningarverkætlanina í Liberia
Sorry, comments for this entry are closed at this time.