Í apríl mánað var Charlotta á Váli Olsen og vitjaði í Liberia. Har hitti hon Fredrick, sum hon hevur verið faddur hjá síðani 2009. Hoyr hana greiða frá ferðini í sending á Bylgjulongd í Lindini
Fredrick var stórur drongur, tá Charlotta í 2009 byrjaði at stuðla honum, so hann kundi sleppa í skúla. Í dag er Fredrick vaksin og eigur sjálvur ein son, Maxwell Devine, sum er 5 ára gamal. Charlotta stuðlar nú Maxwell, so eisini hann kann sleppa í skúla.