April 10th, 2012 Posted in Uncategorized
Týskvøldið 17. apríl kl. 20.00, verður hjartaskerandi filmurin Oyðimarkarblóman sýndur í Atlantis Bio. Filmurin er bygdur á bestseljaran Desert Flower eftir Dirie Waris. Atgongumerkið kostar 80 krónur og peningurin fer óskerdur til hjálpararbeiðið hjá ABC barnahjálp

Filmurin lýsir heilt framúrskarandi sonnu søguna um 13 ára gomlu Dirie úr Somalia, sum fór til gongu gjøgnum oyðimørkina, fyri at sleppa undan at giftast gomlum manni, sum pápi hennara hevði valt henni.
Waris Dirie visti, at skuldi hon sleppa undan at giftast gamla manninum, hevði hon bara eitt at gera, og tað var at flýggja. Hóast hon bara var 13 ára gomul, gjørdi hon av at taka til rýmingar.
Filmurin lýsir hjartaskerandi lívssøguna um djørvu gentuna og ótrúligu ferð hennara úr oyðimørkini í Somalia, burtur frá foreldrum, systkjum og lívinum sum nomadi, til eitt lív millum heimsins kendastu fotomodellir.
Tað eydnaðist henni at koma heilskapað gjøgnum oyðimørkina og síðani til Onglands, har hon eftir at hava verið arbeiðsgenta hjá familju í nøkur ár, byrjaði sum fotomodell. Seinni var hon so heppin at sleppa til Amerika, har hon gjørdist ein av heimsins kendu fotomodellum.
Sum heilt lítil smágenta varð Dirie umskorin. Á tindinum í lívsyrki sínum sum fotomodell, segði hon hetta arbeiðið frá sær fyri at fara at arbeiða fyri at steðga umskering av gentum.
Í steðginum ber til at keypa kaffi og okkurt gott afturvið.
Atgongumerki kunnu bíleggjast á heimasíðuni hjá Atlantis Bio: www.atlantis.fo