Heimasíðan hjá ABC barnhjálp í Föroyum

Stuðla verkætlanini

Fyrsta verkætlanin hjá ABC barnahjálp í Føroyum er í afrikanska landinum Liberia, undir heitinum: Nýggj vón til eitt nýtt ættarlið

 

 Hilda Viderø leiðir arbeiðið í Liberia.

Við í verkætlanini eru ABC barnahjálp í Føroyum, ABC barnahjálp í Íslandi og ABC Children’s Aid í Liberia.

Verkætlanin fevnir um:

  • Keyp av grundøki og jørð til skúla, skúlaheim og jarðarbrúk
  • Vegagerð til skúlaøkið
  • Skúlaheim til 250 gentur
  • Skúlaheim til 250 dreingir
  • Skúli til 500 næmingar

ABC í Føroyum arbeiðir saman við ABC í Íslandi um hesa verkætlan. Arbeiðið við vegagerð og bygging av skúlaheimum er byrjað.

Sjálvur skúlin verður føroysk verkætlan burturav.

Stuðla

Øll innsavning og stuðul til børn fer óskerd til hjálpararbeiðið í Liberia.

Stuðul til raksturin av felagsskapinum verður hildin fyri seg.

Soleiðis stuðlar tú

Um tú ynskir at stuðla ABC barnahjálp, ber til at flyta pening á eina av kontunum, ið nevndar eru niðanfyri. Tú kanst stuðla byggingini av skúlanum ella keypi av skúlatingum og øðrum til børnini.

Minst til at viðmerkja á flytingini, hvat tú vilt stuðla.

Tú kanst merkja flytingina soleiðis:

  • “Verkætlan”

Konto-upplýsingar eru at finna her.