Stuðla rakstrinum
Í sambandi við virksemið hjá ABC barnahjálp í Føroyum royna vit at fáa fyritøkur at lata fastan fíggjarligan stuðul til raksturin hjá felagsskapinum.
Øll innsavning og stuðul til børn og verkætlanina í Liberia fer nevniliga órørdur til hjálpararbeiðið. Tað vil siga, at raksturin av fyrisitingini í Føroyum verður hildin fyri seg.
Haldgóð og varandi hjálp
Eitt av loysnarorðum ABC barnahjálpar er, at barn, ið fær hjálp til útbúgving, vinnur av tí restina av lívinum.
Sambært tølum hjá UNICEF eru 250.000 foreldraleys børn í Liberia. Uttan hjálp uttanífrá hava hesi børn lítlar vónir um skúlagongd og útbúgving. ABC barnahjálp ynskir við hesi verkætlan at geva so nógvum av hesum børnum, sum yvirhøvur gjørligt, møguleika til skúlagongd og útbúgving.
Um fyrtøka tín ynskir at stuðla ABC barnhjálp, ber til at flyta pening á eina av kontunum, ið nevndar eru niðanfyri. Minst til at merkja flytingina ”Rakstur”.
Konto-upplýsingar eru at finna her.


