Um ABC
ABC barnahjálp í Føroyum er føroyskur sjálvsognarstovnur við heimstaði og høvuðssæti í Tórshavn.
Endamálið:
Endamálið hjá ABC barnahjálp er útvega fátækum børnum í menningarlondum varandi hjálp við skúla, útbúgving og læknahjálp.
Verkætlan:
Fyrsta verkætlanin hjá ABC barnahjálp fevnir um bygging av skúla nær høvuðsstaðnum Monrovia í Liberia. Tá øll byggistigini eru liðug, fer skúlin at rúma umleið 2000 næmingum.
Stuðulsforeldraskipan:
Skúlagongdin hjá næmingunum verður stuðlað gjøgnum stuðulsforeldraskipan, sum burturav
er føroysk.
Varandi hjálp:
Ver við til at veita haldgóða og varandi hjálp: Eitt av loysnarorðum ABC barnahjálpar er, at úbúgving er hjálp til sjálvhjálp. Tí er øll hjálp til ABC barnahjálp haldgóð og varandi.
ABC barnahjálp er sjálvsognarstovnur og hevur skrivstovur í Havn og í Klaksvík.
ABC barnahjálp er systirfelagsskapur hjá ABC barnahjálp í Íslandi. Les meira her.
Í bjálkanum til høgru sært tú síðuyvirlit við fleiri upplýsingum um ABC barnahjálp í Føroyum.


